Hondbóltur

Ísland koppaði heimsmeistarunum í sera undirhaldandi dysti

Tað var ógvuliga tætt og spennandi í Malmö. Ísland spældi frálíka væl, og Guðmundur Guðmundsson fekk lønt danska hondbóltssambandinum aftur. Danmark hevur nú longu knívin á barkanum..

Mikkel Hansen skoraði níggju mál, men tað var ikki nóg mikið móti vælskipaða íslendska liðnum (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen skoraði níggju mál, men tað var ikki nóg mikið móti vælskipaða íslendska liðnum (Mynd: EPA)

2020-01-11 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark og Ísland spældu í dag á fyrsta sinni í hesum EM-endaspælinum. Tað vóru tey seinastu liðini, ið ikki høvdu verið í eldinum. Teir gott 7000 donsku áskoðarnir í Malmö, teir áleið 1000 íslendsku áskoðarnir og teir uttanveltaðu fingu undirhald og spenning fyri pengarnar. Tað vóru tó íslendingarnir, ið óvæntað kundu fegnast við seinasta bríksl. 

Les meira um donsku fyrireikingarnar og søguna við Guðmund Guðmundsson og Danmar her

Hjá Danmark hevur vikan verið merkt av skaðum og ivamálum, og liðið var uttan føstu vongleikararnar, Lasse Svan og Magnus Landin. Stóribeiggi Landin hevur veriðð sjúkur seinastu dagarnar. Hann kom inn miðskeiðis í 1. hálvleiki fyri Jannick Green, men gjørdi ikki stóran mun og fekk í 2. hálvleiki beinleiðis reytt kort fyri at koma úr feltinum og nerta við ein leikara í einum kontraálopið.

[object Object]
Tað er ikki loyvi hjá hjá málverja at nerta útileikarar uttanfyri feltið, ig hóast Landin royndi at lata vera, so eydnaðist tað ikki (Mynd: EPA)

Rasmus Lauge, sum ivamál var um, spældi tó næstan allan dystin, og hóast íslendingar royndu at fara eitt ágangandi fram ímóti honum og Mikkel Hansne, so gjørdi tað ongan mun fyrsta korterið ella so: Danir skoraðu uppá so at siga hvørt álop, men Ísland fylgdi væl við. Tá so Danmark steðgaði eitt sindur upp, tóku íslendingar av og vóru á odda í steðginum.

[object Object]
Áron Palmarsson spældi ein frálíkan dyst í kvøld (Mynd: EPA)

Áron Palmarson var heilt stóri leikarin hjá Íslandi. Hann skoraði níggju mál, og danir fingu hvørki steðgða honum ella íslendksa álopsspælið sum heild. Mikkel Hansen skoraði eisini níggju mál og vísti ofta sín klassa, men í avgerandi støðunum gjørdi hvørki hann ella liðfelagirnir nóg mikið. Íslendingarnir komu afturum við tveimum málum einaferð í 2. hálvleiki, men teir stríddust víðari, og Guðmundur Guðmunsson  vunnu ein frálíkan og umráðandi sigur. 

Jóhan á Plógv Hansen var ikki á vøllinum í dystinum. 

Danmark skal nú vinna á bæði Russlandi og Ungarn fyri at koma víðari. Ungarn vann við einum málið á Russlandi fyrr í dag.

Spania vann greitt á Týsklandi, og Montenegro vann týðandi sigur í grannauppgerðini móti Serbia og skal dystast við Hvítarussland um at koma víðari.

Bólkur E: 
Fyrsta umfar:
Russland - Ungarn 25-26 (13-14)
Danmark - Ísland 30-31 (15-15)


Bólkur A: 
Montenegro - Serbia 22-21 (11-10)
Kroatia - Hvítarussland 31-23 (15-10)

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Kroatia 4
Hvítarussland 2
Montenegro 2
Serbia 0

Bólkur C: 
Lettland - Holland 24-32
Spania - Týskland  33-26

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Spania 4
Týskland 2
Holland 2
Lettland 0


 

https://roysni.fo/danmark-og-island-bresta-saman-i-kvold

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder