Hondbóltur

Ísland var omaná eftir steðgin

Føroysku kvinnurnar á odda í steðginum men nógv brend skot - serliga frá vongplássinum - kostaðu samanlagt. Tað endaði 23-28 á Hálsi í EM-undankappingardystinum.

Ísland vann aftur við fimm málum í Føroyum. Tað var tó eftir rímiliga tógvið stríð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ísland vann aftur við fimm málum í Føroyum. Tað var tó eftir rímiliga tógvið stríð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-15 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku kvinnurnar tóku seinnapartin móti Íslandi í 2. umfari í undankappingini til EM 2024. 

Talan var um "hakkuta" byrjan hjá føroysku kvinnunum. Eftir eina løtu var munurin trý mál, men so fekk føroyska verjan av álvara tak á íslendingunum, og í álopspartinum fór tað at eydnast betri hjá føroyska liðnum.

Tað leikaði javnt á gjøgnum fyrra hálvleik, har Føroyar serliga eina løtu hevði veruligt yvirtak. Tað eydnaðist eisini at trýsta íslendsku verjuna væl, og í seinasta álopinum at leggja seg á odda so at hálvleiksstøðan varð 13-12.

[object Object]
Elsa Egholm spældi ein frálíkan fyrra hálvleik - bæði í álopi og í verju (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var eftir gott uppsæl frá Janu Mittún og trygt skot hjá Turið Arge Samuelsen. Føroyar høvdu annars stórar trupulleikar við at skora av vongplássunum í dag, og áhaldandi trupulleikar har vóru við at kosta í 2. hálvleiki. 

Samanlagt brendu føroysku vengurnir (fýra ymiskar) 13 skot. Hetta var yvir helmingin av skotunum harfrá, og tað er ov nógv.

Fleiri hagtøl síggjast á eurohandball.com

Annars vóru eisini nakrir trupulleikar í verjupartinum í 2. hálvleiki, har Føroyar ikki heilt fekk loyst íslendska fysikkin, og heldur fáar bjargingar vóru. Ísland fekk skjótt leiðsluna aftur eftir steðgin, og hóast góðan føroyskan stríðsvilja øktiskt leiðslan so líðandi.

Eins og í teimum báðum venjingardystunum millum liðini í fjør, taptu Føroyar við fimm málum móti Íslandi. Harvið einki stig eftir tvey umfør og minus 22 í málúrttøju eftir tveir dystir. Næstu uppgávurnar eru móti Luksemborg - síðst í mars og fyrst í februar.

Undankapping til EM 2024, 2. umfar
Høllin á Hálsi, 15.10

5 min: 1-2
10 min: 3-5
15 min: 6-7
20 min: 8-8
25 min: 9-10
30 min: 12-11
35 min: 13-14
40 min: 14-16
45 min: 16-19
50 min: 18-22
55 min: 20-25 

Mál hjá Føroyum: 
Jana Mittún 6 
Elsa Egholm 5
Turið Arge Samuelsen 4
Lukka Arge 2 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Natasja Hammer 1 
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Guðrið á Borg 1 

Fleiri hagtøl síggjast á eurohandball.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder