Fótbóltssambandið boðar fyrrapartin frá, at avtala er gjørd við íslendska fótbóltssambandið, KSI, um at Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni kl. 19
Føroyska A-landsliðið við monnum skal í komandi ári spæla tíggju HM-undankappingardystir og tveir venjingardystir. Og nú er greitt, at annar venjingardysturin verður ímóti Íslandi. Londini skuldu hittast í summar til venjingardyst, men hetta gjørdist av ongum orsakað av koronastøðuni.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at hetta verður fyrsti venjingardystur hjá A-landsliðnum við monnum á heimavølli í 17 ár. Seinast føroyska liðið spældi venjingardyst í Føroyum var tann 18. august í 2004, tá Malta var á vitjan á Svangaskarði. Føroyar vunnu 3-2, við málum frá Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Fróða Benjaminsen.
Brandur Hendriksson, her í dyst móti Malta í november, spældi í 2018 og 2019 við FH í Íslandi (Mynd: FSF)
Ísland var í november sera nær við at spæla seg í triðja endaspælið á rað, men tað endaði við vónbrotið í Budapest (Mynd: EPA)
Seinast Føroyar og Ísland spældu var 14. august í 2013, tá íslendingar vunnu 1-0 í Reykjavík.
Atgongumerkini til dystin 4. juni 2021 verða sett til sølu einaferð í vár, um umstøðurnar loyva tí, skrivar fsf.fo, ið samstundis boðar frá, at arbeitt verður við at fáa ein venjingardyst afturat í juni mánað, men hvar og hvat mótstøðulandið verður, er ikki komið endaliga upp á pláss enn.
Ísland megnaði ikki at spæla seg til komandi EM-endaspæl - talan gjørdist um tap í playoff-dysti í Ungarn tíðliga í farna mánaði. Íslendingar eru á 46. plássi á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 107
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald