Føroyar - Ísrael, kvinnur: 0-3 (09-25, 11-25, 15-25)
Lítið riggaði í fyrsta setti, og við fimm servifeilum, so melur stigateljarin skjótt. Tað sá nú ikki so galið út aftaná 3-4, men so vann Ísrael sjey bóltar á rað og legði seg á odda 11-3, áðrenn settið var vunnið 25-9.
Byrjanin av øðrum setti gekk av skriðuni, og støðan gjørdist 1-10, áðrenn Føroyar fingu glið á sítt spæl. Men so gekk eisini toliliga javnt á restina av settinum, sum Ísrael vann 25-11.
Tað sá heilt gott út, tá vit bara vóru aftanfyri við einum stigi við støðuna 4-5 í triðja setti, men so kom aftur ein seria, har Ísrael vann sjey stig á rað og legði seg á odda 12-5, og so tóktist góðan byrjanin at vera farin fyri mutur og skutur.
Men so var aftur eitt tíðarbil, har nógv hepnaðist hjá Føroyum, og munurin minkaði niður í 12-15, áðrenn kinkur kom á aftur, og Ísrael vann 25-15.
Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin 7. september á útivølli ímóti Rumenia, og næsta sunnudag, 11. september, verður seinasti dysturin hjá Føroyum í kappingini tá Kroatia kemur á vitjan.
Hini bæði liðini, Rumenia og Kroatia spældu í gjár, og tann dystin vann Rumenia 3-1 (19-25, 25-21, 25-19, 25-18).
Kelda: Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald