Føroysku U17-dreingirnir hava veruliga gjørt vart við seg í bólkaspælinum í European Open, sum hesa vikuna er á skránni í Göteborg. Føroyingarnir byrjaðu við at hølva Norra av og basa Spania á fyrsta degnum. Í gjár vunnu Føroyar trygt á Estlandi, og í morgun gjørdist talan um fimm-máls sigur á Georgia. Harvið høvdu okkara longu vunnið bólkin undan dystinum seinnapartin ímóti Ísrael og harvið tryggja sær tvey dýrabær stig víðari til hálvfinaluumfarið í morgin.
Hetta hevði við sær, at Julian Johansen og Mark Larsen-Marcher spardu lyklaleikararnir og góvu teimum, ið ikki hava spælt so nógv møguleikan. Toppskjúttin í kappingini og okkara spælskipari, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sat á bonkinum allan dystin saman við sterka málverjanum Paula Jacobsen, sterka strikuleikaranum Viktor Gaini, trygga høgra vonginum Hákun West av Teigum, stinna bakspælaranum Paula Mittún og fyrstavalinum á vinstra vongi, Janus Dam Djurhuus.
Hóast hetta vóru føroyingarnir omaná í 1. hálvleiki. Lítli beiggi Elias, Rói, gjørdi vart við seg sum spælskipari og endaði sum føroyskur toppskjútti. Brian Slyne var eyðsýndur í álopi og verju við sínum ágangandi spæli, og í málinum stóð Brandur Silvurstein væl. Føroyska verjan var sum heild sera góð; serliga í 1. hálvleiki har 5-1 skipanin við Sveini Olafssyni sum 1'ara eydnaðist væl. Eftir stegðin kom tó meira stígur í føroyska álopsspælið, har tekniskar villur og brendir upplagdir málmøguleikar vóru at síggja ov ofta. Málverjin hjá Ísrael stóð væl, og ísraelittar fóru hart eftir sigrinum.
Tá fimm minuttir vóru eftir, kom Ísrael á fyrsta sinni í dystinum á odda, og marginalarnir vóru við okkara mótstøðumonnum, ið gjørdust teir fyrstu til at koppa Føroyum í Göteborg. Fleiri góð ting vóru tó at síggja, og nógvir leikarar fingu hvílt seg til truplu uppgávurnar ímóti Ungarn og Hvítarusslandi í morgin.
European Open - 5. umfar í bólki C
Valhalla Sports Halls, Göteborg
Føroyar - Ísrael 16-18 (10-8)
Føroysku málskjúttarnir:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Brian Slyne 4
Sakir Tróndarson Frýdal 2
Kristoffur Bjørgvin 2
Baldur Gillason 2
Ragnar Karlsson 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald