Hondbóltur

Ítróttarlig gleði og fíggjarligur viðfáningur fyri Hondbóltssambandið

Eitt bólkaspæl hjá A-landsliðnum við monnum kostar í verandi løtu áleið 1,7 milliónir krónur, har Føroyar spæla heimadystirnar uttanlands.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2019-06-25 11:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast Føroyar taptu fyri Danmark, so kundu spælararnir allíkavæl fegnast um, at teir hava tryggjað sær luttøku í komandi EM-undankapping.

Atgongumerkið til EM-undankappingina í 2022 merkir tó samstundis, at Hondbóltssamband Føroya aftur stendur við ítróttarligu- og fíggjarligu avbjóðingini, at heimadystirnir hjá manslandsliðnum skulu spæla uttanlands.

– At vit sluppu undan niðurflytingarspælinum, er ítróttarliga gleðiligt og fíggjarliga kann hetta verða ein lítil sparing, men er tó ein viðfáningur í mun til sjálva undankappingina, sum vit nú skulu luttaka í, tí hon er kostnaðarmikil, eins og hon var hesaferð, greiðir Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF frá.

Undanumfarið til undankappingarnar er vanliga skipað soleiðis, at allir dystirnir verða spældir í sama landi yvir nakrar fáar dagar, tí øll londini vilja spara pengar og verða tí samd um, at eitt land hýsir øllum dystunum. Samett við úti- og heimadystir, kostar eitt bólkaspæl hjá A-landsliðnum við monnum í verandi løtu áleið 1,7 milliónir krónur, har Føroyar spæla heimadystirnar uttanlands, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder