Fótbóltur

Ítróttarstjórin í NSÍ leggur frá sær

Eyðstein Skipanes tekur avleiðingarnar av hendingini fríggjakvøldið og leggur frá sær sum ítróttarstjóri í NSÍ.

(Mynd: Skíggjamynd / Televarpið)

(Mynd: Skíggjamynd / Televarpið)

2024-07-04 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyðstein Skipanes leggur frá sær sum ítróttarstjóri í NSÍ. Tað ger hann eftir hendingina fríggjakvøldið, tá hann legði á dómaran, Kára á Høvdanum.

Nógv rok hevur verið um hendingina, og dómarafelagið fór so langt sum at siga, at dómarar ikki dømdu aftur í Runavík um trygdin ikki kundi fáast betri.

NSÍ og høvuðspersónurin sjálvur hava sent eina treytaleysa umbering til dómaran og Fótbóltssambandi eisini, men í kvøld boðar Eyðstein Skipanes frá, at hann leggur frá sær.

- Eg harmist sera nógv um hendingina, og vil við hesum biðja um umbering til starvsnevndina, felagið, vaktirnar, leikararnar, dómararnar, FSF og øll viðhaldsfólkini hjá NSÍ. Eg taki undir við almenna skrivinum hjá starsvnevndini, og eg taki tað til eftirtektar. Slíkur atburður hoyrir ikki heima á fótbóltsvøllinum. Eg traðkaði veruliga við síðunar av. Hatta var ikki í lagi, skrivar Eyðstein Skipanes í kunningarskrivi til starvsnevndina í NSÍ.

- Sum avleiðing av hesi hending steðgi eg sum ítróttarstjóri hjá NSÍ. Eg ynski í hesum sambandi at verða leysgivin fyri allar uppgávur fyri felagið pr. dags dato, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder