Hóast Teitur Gestsson stóð fyrst á listanum yvir leikarar, sum Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur tikið út til komandi landsdystirnar á heimavølli móti Spania og Noregi, so merkir hetta ikki, at tað verður Teitur Gestsson, sum byrjar í málinum.
Tað segði Lars Olsen á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrrapartin.
Gunnar Nielsen, sum hevur verið fastur málmaður á landsliðnum seinastu tíggju árini hevur fingið skaða, og er ikki førur fyri at venja ella spæla næstu fýra vikurnar minst.
Men Lars Olsen vil ikki koma inn á hvønn av teimum trimum, Teiti Gestsson úr HM, Karsin Hansen úr Skála ella Kristian Joensen úr KÍ, vit skulu vænta at síggja millum stengurnar, tá dysturin móti spania byrjar á Tórsvølli fríggjakvøldið 7. juni kl. 19.45.
- Raðfylgjan á liðlistanum skal ikki fatast sum ein raðfesting fyri hvønn eg satsi uppá, nei, var alt sum Lars Olsen vildi svara upp á tann spurningin.
Helst er tað ein sálarfrøðiligur framgangsháttur ikki at lata leikararnar vita, hvør skal rokna við at verða valdur fyri at varðveita teirra ídni undir venjing upp til dystirnar.
Men fleiri fótbóltsviðmerkjarar, eitt nú teir, sum útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hava brúkt til at eftirmeta landsliðsdystirnar, hava verið á einum máli um, at tað er Teitur Gestsson, sum stendur í mál, tí at hann trúliga hevur sitið á útskiftingarbonkinum til allar landsdystirnar seinastu nógvu árini, meðan hinir báðir hava verið meira úti og inni úr hópinum.
Sambært Faroe Soccer er Teitur Gestsson skrásettur fyri tríggjar almennar dystir á A-landsliðnum, alt venjingardystir spældir í Marabella í Spania. Í 2016 varð hann skiftur inn fyri Gunnar Nielsen tá 15 minuttir vórðu spældir av venjingardysti móti Liktinstein í Marabella í Spania. Føroyar vunnu 3-2. Tvey ár seinni spældi hann tveir dystir í Marabella. Hann spældi fyrra hálvleik, tá Føroyar og Lettland spældu 1-1, og allan dystin, tá Føroyar tríggjar dagar seinni vunnu 3-0 á Liktinstein. Fyrsta dystin á A-landsliðnum spældi Teitur í 2014 tá hann spældi fyrra hálvleik í einum útidysti móti Gibraltar. Men tann dysturin er ikki skrásettur sum almennur dystur, tí tá hevði Gibraltar enn ikki fingið altjóða viðurkenning.
Hinir báðir málmenninir hava higartil ongantíð verið inni í dysti hjá A-landsliðnum, men hava báðir drúgvar royndir á U21-landsliðnum.
Teitur Gestsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Karstin Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kristian Joensen, her aftan fyri Gunnar Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald