Fótbóltur

Jack Grealish álopin av áskoðara í Birmingham-uppgerðini - avgjørdi dystin í 2. hálvleiki

Tìðliga í grannauppgerðini varð liðformaðurin hjá Aston Villa boksaður aftanfrá av áskoðara hjá heimaliðinum, ið rann inn á vøllin.

2019-03-10 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summir dystir hava meira inntensitet enn aðrir. Hetta er serliga galdandi fyri grannauppgerðir. Vit kenna tað m.a frá Tottenham-Arsenal í Onglandi, Rangers-Celtic í Skotlandi og HB-B36 her heima. Onkutíð kann tað kóka yvir, men allaroftast er tað leikarar ella onnur frá bonkinum, ið er atvoldin til og íblandaður í orrustuna. 

Fyri lítlari løtu síðani leiktu Birmingham og Aston Villa grannauppgerð í næststørsta býnum í Onglandi. Bæði liðini kunnu framvegis røkka playoff-plássi, og tí var nógv uppá spæl. Dysturin endaði 1-0 til Villa. Fólk fara mest at minnast dystin fyri hendingina í 8. minutti, og hvussu innblandaði leikarin svaraði aftur.

Aston Villa hevði júst havt eitt innkast niðri í eina horninum, og bólturin fór útav. Liðformaðurin Jack Grealish var í gongd við at siga eitthvørt við dómarian, tá hann knappliga fekk eitt slag inn á vangan aftanfrá og fór umkoll. Tað var ein áskoðari hjá Birmingham, ið var lopin inn á vøllin og álopi evnraíka miðvallaran.

Ein vaktarmaður og leikarar hjá báðum liðum vóru skjótir at fáa hann burtur, og dysturin varð tikin uppaftur. Hending hevur vakt nógvan ans, og áskoðarin og Birmingham F.C fáa helst stóra revsing. 

Jack Grealish vísti hvussu ein kann reagera og svara aftur á rættan hátt. Hann tók tað púra róligt eftir hendingina, og hevði enntá yvirskot til eitt lítið smíl. Miðskeiðis í 2. hálvleiki tók 23-ára gamli miðvallarin sakina í egnar hendur. Hann setti bóltin niður í longra málhorn stutt inni í brotsteiginum, og liðformaðurin kundi stórfegnast saman við egnu áskoðarum niðri í horninum - hann fekk gult kort fyri hendingina.

Við málinum kemur Aston Villa framum Birmingham, og liggur á 9. plássi; fýra stig frá Derby og 6. plássinum ið gevur atgongd til playoff-plássi. Harvið ein hendingaríkur dagur á St. Andrews leikvøllinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder