Landskappingarárið í fremstu kvinnudeildini byrjar næsta leygardag, og lagt er upp til eina spennandi kapping.
B36 boðar í dag frá, at royndi leikarin hjá ÍVB, Jacoba Langgaard, fer at spæla í hvíta búnanum hetta kappingarárið.
Víkingur valdi at fara úr samstarvinum við ÍF og B68, og tí varð væntað, at Jacob Langaard, sum í størstan mun hevur umboða GÍ og Víking, fór at halda fram.
Men nú verður tað altso B36 sum fær ágóðan av 33 ára gamla miðvallaranum. Hon hevur spælt fleiri enn 150 dystir í bestu deildini, og spælir við A-landsliðnum.
B36 hevur sín fyrsta dyst í ár móti júst Víkingi sunnudagin í næstu viku.
Jón Simonsen er høvuðsvenjari hjá B36-kvinnum.
1. umfar hjá kvinnum verður spælt soleiðis:
Leygardag 20. mars
07 Vestur-HB
EBS/Skála-AB/B71
Sunnudag 21. mars
KÍ-NSÍ
B36-Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald