European Open er í dag komið at enda. Spania vann í kvøld 29-21 á Fraklandi í finaluni, og tekur harvið við eftir Føroyar, ið vunnu kappingina, seinast hon var (í 2019) European Open var ikki á skránni í 2021, vegna koronufarsóttina.
Kappingin hjá Føroyum endaði tíðliga seinnapartin. Hetta við 21-23 tapi fyri Kekkia í dystinum um 9. plássið. Harvið endaðu Føroyar nummar 10 av teimum 20 liðunum í kappingini, ið gav dreingjunum nógvar royndir.
Sí eisini: European Open: Føroyar endaðu á 10. plássi
Føroyingar vóru til staðar í kvøld eftir finaluna, tá heiðursmerkjaliðini, umframt bestu spælararnir í kappingini, vórðu heiðraði. Ein heilt ungur føroyingur kom eisini í miðdepilin.
- Sum vanligt eftir tílíkar kappingar var eitt all star kosið. Har var Jákup Egholm kosin til besta vinstra vong í kappingini. Jákup skeyt eisini næstflest mál í kappingini, eitt færri enn litavin Tomas Bogusevicius, skrivar Hondbóltssambandið.
Sambært Handballstatz var Jákup greiður føroyskur toppskjútti í Göteborg. Vongurin, ið eisini til tíðir dekkar sum álopskendur 1'ari, skoraði 51 mál í átta dystum í hesari vikuni. Hetta eru 6.4 mál í miðal.
Jákup Egholm er hoyvíkingur og hevur ikki havt 16-ára føðingardag enn. Hann er harvið nakað yngri enn flestu spælararnir í kappingini. Evnini eru tó týðilig, og Jákup er ein av teimum 16, sum skal við til U19 HM í Kroatia í august.
All Star liðið í European Open (Mynd: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald