- Eg havi tíverri fingið at vita, at eg havi eitt brot í beininum. Eg veit ikki nógv meira enn tað í løtuni! Takk fyri øll góð ynski. Eg havi tað gott, eri avkláraður við støðuna og mótið er gott.
Soleiðis ljóðar heilsanin frá KÍ-liðformanninum til fjepparar á Facebook-síðuni hjá KÍ í kvøld.
Harðvunnið sigurin við Margáir í kvøld kostaði KÍ dýrt, tí Jákup Biskopstø Andreasen noyddist út við børu. Hetta var í støðu í egnum brotsteigi, har Jákup fangaði bóltin, men ein EB/Streymari síðani hálvgum datt á annað bein hansara, samstundis sum tað stóð fast í vøllinum.
Les eisini: Lítið sannførandi avgreiddi KÍ uppgávuna í Streymnesi
Tað var beinanvegin greitt, at 25-ára gamli miðvallarin hevði nógva pínu og als ikki fekk sett beinið til. Eftir hann varð borin út fór liðskiparin á Landssjúkrahúsið, har eitt brot varð staðfest.
Ikki er greitt, júst hvar brotið er, og hvussu leingi tað skal hava at lekjast. Tað er tó helst eingin ivi um, at tað verður leingi til Jákup Biskopstø Andreasen spælir aftur.
Hetta er stórur smeitur fyri hann, KÍ - og helst eisini landsliðið. KÍ er aftanfyri í oddastríðnum, og fyrst í juli byrjar evropeiska summarið, sum varir minst fýra dystir.
Tað hevur verið týðiligt í teimum fýra dystunum, sum KÍ hevur spælt uttan Jákup í ár, at hann manglar. Liðformaðurin á fýra FM-liðum hevur júst havt skaða í fótinum. Tað kundi tí hugsast, at hann møguliga er byrjaður at spæla heldur tíðliga, men hetta sá út til at vera ein ógvuliga óheppin støð, ið ikki er samanknýtt við skaðan.
EB/Streymur - KÍ 0-1 (0-1)
35' Jóannes Kalsø Danielsen 0-1
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald