Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nú tikið út endaliga hópin, sum skal spæla teir báðar seinastu dystirnar í Nations League kappingini á hesum sinni.
Talan er um útidystirnar móti Aserbadjan 17. november og móti Malta 20. november.
Føroyar hava møguleika at spæla seg víðari í endakappingini, men kravið er, at Føroyar vinna báðar teir seinastu dystirnar, samstyndis, sum Kosovo einans fær eitt stig í sínum dystum, sum er móti fyrst Malta á heimavølli og síðan Aserbadjan á útivølli.
Fýra broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast, tá Føroyar spældu á heimavølli ímóti Aserbadjan og Kosovo. Og av teimum er ein, ið ikki hevur verið á A-landsliðnum áður. Talan er um Jákup Ludvig Thomsen, ein av stuðlunum á U21-landsliðnum, sum avloysir Finnur Justinussen.
Framherjin úr Næstved hevur ein lítlan skaða at dragast við, og harafturat skal Finnur Justinussen til próvtøku, tá landsliðið spælir á Malta. Tískil hevur Finnur givið avboð til komandi landsliðsuppgávur.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DK)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DK)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NO)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍS)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍS)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Brandur H. Olsen, FH (ÍS)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NO)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (TÝ)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ÍS)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald