Fýra dystir í 8. umfari í Betrideildini eru á skránni í dag. Tann seinasti í umfarinum verður spældur í Klaksvík í annaðkvøld, har ÍF vitjar.
Tveir dystir byrja klokkan 15. HB rennir eftir KÍ og skal fyribils minka um munin við sigri á EB/Streymi seinnapartin. Jákup Martin Joensen fekk ein sigur í fyrstu royndini. Nú vitjar venjarin í heimstaðnum og í Hólmanum. Jákup Martin stóð á odda fyri barndómsfelagnum í fýra kappingarár - nú skulu Sigfríður Clementsen og EB/Streymur royna at oyðileggja afturkomuna. "Siggi" hevur tvær reisur verið høvuðsvenjari hjá HB. Tveir teir seinastu dystirnar hevur lið hansara tapt tepurt móti topp-fýra liði: Víkingur (0-1) og B36 (1-2).
Víkingur er nú komið á sigurskós aftur og helt EB/Streymi aftanfyri seg. Nú bíðar 07 Vestur í Vágunum, har Víkingur í fjør spældi 1-1 og vann 3-2 við málum seint í dystinum. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen sær út til at hava funnið nakrar góðar loysnir eftir flytingar og skaðar og skal nú royna at loysa eina heldur lumpisliga uppgávu. 07 Vestur hevur havt nøkur góð avrik í seinastuni.
Víkingur og HB skulu hvør í sínum lagi stríðast fyri týdningarmikilum stigum á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)
B68 fekk sunnudagin sín fyrsta sigur í Betrideildini, og AB fekk sítt fyrsta stig. Bæði - serliga AB - hava tó tørv á fleri stigum - og talan er tí um lykladyst í botnstíðnum. Talan er um eitt stríð, ið liðið hjá Jákupi á Borg kann slíta seg nakað leyst av, um tað eydnast at basa AB, ið hevur verið veikasta liðið í ár. Argjamenn høvdu annars fínt tak á B68 í fjør - vunnu ein steypadyst og tveir innanhýsis landskappingardystir. Toftamenn eru uttan leikbannaða liðformannin, Aleksandur Jensen.
TB fekk eitt stig á Argjum sunnudagin, og skal nú royna at arga B36 við Stóra, har allir dystirnir í ár hava verið tættir á máltalvuni. Liðið hjá Dan Brimsvík skal aftur á sigurskós, eftir at KÍ tók sigurin í stórdystinum sunnudagin við máli í yvirtíðini. Eli Falkvard Nielsen hevur leikbann eftir reyða kortið seinast. Hesin dysturin byrjar ikki fyrrenn 18.30.
8. umfar - Í dag og leygardagin | |||||
EB/Streymur | – | HB | |||
07 Vestur | – | Víkingur | |||
B68 | – | AB | |||
TB | – | B36 | |||
KÍ | – | ÍF |
Støðan í Betrideildini eftir sjey umfør
1. KÍ 21 stig
2. HB 17 stig
3. B36 15 stig
4. Víkingur 11 stig
5. ÍF 9 stig
6. EB/Streymur 7 stig
7. 07 Vestur 7 stig
8. B68 6 stig
9. TB 5 stig
10. AB 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald