Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri um vikuskiftið. Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, og tað bleiv súkklað millum Kaldbaksbotn og Kaldbaks bygd. Ein teinur á góðar 8 kilometrar. Hesin bleiv koyrdur tríggjar ferð, og talan var um 24 kilometra tíðarkoyring.
Kappingarkalendarin er tættpakkaður, og kappingin sunnudagin, er ein av fimmtíðarkoyringum, kallað Giant TT-kappingin 2022. Fimm kappingar, har tað bara verður kappast í einkultstarti.
Umframt Giant TT kappingina 2022 verða eisini aðrar kappingar skipaðar, millum annað LM Kring Føroyar 2022, sum verður síðst í mai, og tríggjar FM kappingar.
Tað var nakað av vindi sunnudagin, men gott kappingarveður. Luttakaratalið var eisini gott, og ikki færri enn 13 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av.
Jákup Petur Eliasen var skjótastur, og hann brúkti 37 minuttir og 40 sekund um teir 24 kilometrarnar. Tað gevur eina miðalferð á góðar 38,2 km/t.
Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, og nummar trý Hilmar Hansen. Meðan sigurin hjá Jákup Petur var tryggur, so var tætt millum nummar tvey og trý. Bert 17 sekund var millum Gunnar og Hilmar.
Um tvær vikur verður aftur kappast, og tá verður aftur kappast í tíðarkoyring. Á skránni er sokallaði "FM klassikarin". Tá verður koyrt úr Havn til Kaldbak og aftur. Ein teinur á góðar 28 kilometrar.
(Mynd: tsf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald