Størri ábyrgd og fleiri minuttir í álopi og verju eru nakað, sum ungi bakspælarin hevur fingið í Viborg síðani summarsteðgin. Jana Mittún millum annað liggur høgt á listanum yvir upplegg í bestu donsku deildini.
- Eg havi fingið ein størri leiklut enn í fjør, og tað er nakað, sum eg eri ordiliga glað fyri (...) Tað er eisini nakað, sum er deiligt, í mun til at vit skulu til EM: At eg fái spælt so nógv sum gjørligt í álopi og verju í Viborg.
Sí eisini: Jana Mittún: - Fylgir ein størri ábyrgd við størri leikluti (video)
20-ára gamli bakspælarin er ein profilur á føroyska liðnum. Hon segði eisini við Portalin í Hoyvík herfyri, at EM-endaspæli fyllur nógv fyri tíðina.
- Tað gevur eitt sindur eyka blóð uppá tonnina, í mun til at allar vilja fáa nógva spælitíð í felagnum og vera heilt klárar til dystirnar í november-desember.
Føroyska kvinnurlandsliðið savnast aftur 18. november og fer tá undir seinstu fyrireikingarnar til endaspælið í Sveis. Fyrsti dysturin har verður móti vertunum, fríggjadagin 29. november - tað er liðið, sum Føroyar meta seg hava størst møguleika ímóti.
Jana Mittún verður á listanum yvir tær 16-18, sum í næstu viku verða úttiknar. Í kvøld spælir hon steypadyst fyri Viborg. Talana er um fjórðingsfinalu móti Silbeborg-Voel á útivølli.
Sí video omanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald