Hondbóltur

Video: - Fylgir ein størri ábyrgd við størri leikluti

Og ta ábyrgdina taki eg í fullum álvara, sigur Jana Mittún, sum hevur síni mál til endaspælið - Vit fara ikki bara til EM fyri at vera við; vit skulu veruliga royna at skapa úrslit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-30 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroysku áskoðararnir skulu vita, at vit fara eftir at fáa stig.

Soleiðis segði Jana Mittún, tá vit tosaðu við hana til landsliðsvenjing í Hoyvíkshøllini herfyri.

20-ára gamla hoyvíkskvinnan var greið um, at hóast Føroyar verða við til EM-endaspæl á fyrsta sinni í november-desember, so skal liðið ikki "bert til Sveis fyri at luttaka".

Sí eisini: Claus Mogensen: - Hava størst møguleika fyri stigum móti Sveis

[object Object]
Jana Mittún undan venjingini í Hoyvíkshøllini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Jana er eisini væl greið um sín stóra leiklut á landsliðnum - serliga í álopinum.

- Tað fylgir ein eyka ábyrgd við at hava stóran leiklut, og ta ábyrgdina taki eg í fullum álvara.

Størri ábyrgd og fleiri minuttir í álopi og verju eru nakað, sum ungi bakspælarin eisini hevur fingið í Viborg í ár. Jana Mittún liggur høgt á listanum yvir upplegg í bestu donsku deildini.

Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass

Sí eisini: Bjarta Johansen: - Merkir væl at allar vilja til EM (video)

HER ber til at síggja longri samrøðu við Janu Mittún um føroyska landsliðið, føroyskan hondbólt sum heild og sína yrkisleið frá fyrr í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder