Hesa vikuna hava 22 spælarar verið saman til venjingar við føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum.
Ein av teimum er 31-ára gamla Bjarta Johansen, sum er eina av royndastu landsliðsspælarunum.
Portalurin fekk orðið á Kyndil-spælaran undan einari venjing. Hon sigur, at tað merkist væl í hópinum, at kapping er um plássini, og at EM-endaspælið nærkast í hvørjum.
Sí eisini: Skulu skjótt taka endaliga EM-hópin út
Sí eisini: Myndir frá venjingini
Fyrsti dysturin verður móti vertunum Sveis 29. november í Basel. Júst hendan dystin hava Føroyar á pappírinum best møguleika til at fáa stig í, heldur Bjarta.
- Har kann vera eitt trýst á Sveis til tann dystin, sum vit kunnu gagnnýta.
Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald