Hondbóltur

Skulu skjótt taka endaliga EM-hópin út

Venjingarnar hesa vikuna hava helst gjørt tankarnar hjá landsliðsvenjarunum greiðari, nú bert ein góður mánaði er til endaspælið í Basel. Fyrireikingartíðin er minkandi.

Nakað av ivamáli er um Súnu Krossteig Hansen, sum ikki er í Føroyum vegna skaða. Aðrar, sum áður hava verið við landsliðnum, hava verið til venjingar hesa vikuna (Mynd: Hondbóltssamand Føroya)

Nakað av ivamáli er um Súnu Krossteig Hansen, sum ikki er í Føroyum vegna skaða. Aðrar, sum áður hava verið við landsliðnum, hava verið til venjingar hesa vikuna (Mynd: Hondbóltssamand Føroya)

2024-10-24 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal á søguliga ferð síðst í november. Um fýra vikur verður kósin sett til Sveis. Í jólaliga Basel bíða Kroatia, sveisisku vertirnir og mæta Danmark í bólki B.

Fyrsta føroyska EM-luttøkan á kvinnusíðuni endar helst, eftir at triðja lúkan í jólakalendaranum er latin upp. Setingurin at røkka 2. plássinum í bólkinum er meira en tungur hjá liðnum, sum kom við sum nummar 24 av 24 í undankappingi.

Málið er menning í dystum á høgum stigi og brynjan av, í stóran mun, ungum spælarum. Nógv bendir á, at tað besta er fyri famman hjá Føroyum í hondbóltshøpi.

Málið er tó eisini at veruliga fara eftir fáa stig í Sveis. Hetta staðfesti Bjarta Johansen í stórari samrøðu í Atlantic Review, og tað gjørdu Annika Fríðheim Petetsen, málverji, og Claus Mogensen, høvuðsvenjari í samrøðu við Kringvarpið undir venjingunum í síðsta mánaða.

Claus Mogensen og Simon Olsen (fyrrverandi H71) vórðu settir í fjør, og teir síggja út til at hava givið kvinnulandsliðnum neyðugt støðufesti og greiðar ætlanir. Hetta saman við spírandi spælarum, har millum annað sjey til dagliga eru í feløgum í bestu donsku deildini.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen og Pernille Brandenborg fegnast í Íslandi, eftir at EM-luttøkan er komin undir land. Tað var við tí uttarsta á neglunum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Simon Olsen og Claus Mogensen tóku við sum venjarar á summri í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Endaliga úttøkan og Súna Krossteig Hansen

Tað hevur júst verið eitt rímiligt støðufesti í hópinum seinastu 15 mánaðirnar ella so. Nú nærkast avgerðin til navn skal setast á tær 16-18 (endaliga talið er ikki alment kent enn), sum skulu við flogfarinum til Sveis 27. november.

Hópurin kemur helst at líkjast nógv honum, sum var í Slovakia og spældi venjingardystir í september. Tá var tað bert Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF, sum var nýggj í hópinim. Hon gjørdi eisini av álvara vart við seg, tá VÍF spældi evropeiskar dystir í Italia herfyri.

Marita Mortensen, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Vár Bentsdóttir Zachariasen og Marianna Geirsdóttir Eystberg vórðu úttiknar til hesa samlingina. Allar hava verið á A-landsliðnum áður men ikki undir núverandi venjaratoymi.

Marita ger nú um so fyri oddaliðið HØJ í næstbestu donsku deildini. Lív og Vár, eru báðar aftur eftir krossbandsskaða og spæla við Ajax, sum er á 2. plássi í somu deild. Marianna hevur verið burtur vegna millum annað barnsburð og spælir nú við Ydun í triðbestu donsku deildini. Allar hava sereginleikar og dygdir, sum gera, at tær kunnu gera mun á einum føroyskum A-landsliðið. Kappingin er harvið hørð.

[object Object]
Marianna Geirsdóttir Eystberg var profilur á føroyska liðnum fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Súna Krossteig Hansen í Íslandi í apríl. Hon og læknaliga toymi í Skanderborg stríðast av øllum alvi fyri at fáa hana til reiðar skjótt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eitt spurnartekin er útfyri Súnu Krossteig Hansen. Hon er annars ein av profilunum í serliga álopi, og gjøgnumbrotssterki spælarin við kvika fótarbeiðnum umboðar Skanderborg í bestu donsku deildini.

Súna er í júst felagnum nú og ikki til venjingar í Føroyum. Fótskaðin hon fekk til júst landsliðsvenjing í síðsta mánaða darvar tíverri enn. 23-ára gamla havnarkvinnan fær tó góða viðgerð og venur upp. Vónin er, at hon spælir aftur einaferð í november og fær spælt fyri Føroyar við fullari ferð í Sveis.

Føroyska liðið hevur tríggjar venjingar eftir hesa vikuna, millum annað ein venjingardyst móti ungdómslandsliðið hjá dreingjum leygardagin. Annars savnast liðið aftur mánadagin 18. november - ellivu dagar 

Venjing verður í Hoyvik í kvøld, sum Portalurin verður til staðar til og hevur tilfar har frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder