Fótbóltur

Sjúrður Jacobsen skal hjálpa Jóhan Peturi Poulsen

Glyvramaðurin var hjálparvenjari hjá KÍ í nógv ár og leiddi seinast næstbesta liðið hjá EB/Streymi til bjarging hevu nú skrivað undir sáttmála í Sarpugerði.

Jóhan Petur Poulsen og Sjúrður Jacobsen skulu arbeiða tætt saman í Sarpugerði (Mynd: Víkingur)

Jóhan Petur Poulsen og Sjúrður Jacobsen skulu arbeiða tætt saman í Sarpugerði (Mynd: Víkingur)

2025-11-05 21:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur gjørt sáttmála við nýggjan hjálparvenjara til besta mansliðið. 

Talan er um Sjúrð Jacobsen, sum umframt at hava eina fortíð við yvir 300 dystum á hægsta stigi í Føroyum, hevur verið nógv virkin sum venjari seinast árini. 

Eftir at hann gavst sum spælarí EB/Streymi varð Sjúrður Jacobsen hjálparvenjari har, síðani fór hann til Skála, áðrenn glyvramaðurin í 2020 gjørdist hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomasen.

Tey fýra árini í Klaksvík, har Sjúrður býr, vann KÍ trý FM og kom í eitt evropeiskt bólkaspæl.

Hartarbeiðandi og fryntligi venjarin skifti síðani aftur til EB/Streym, har hann í ár hevur verið við at hildið næstbesta liðnum uppi í 1. deild.

Nú verður tað aftur sum hjálparvenjari í Betrideildini, at Sjúrður Jacobsen skal virka. 

Ólavur Mikkelsen fór úr hesum sessinum í iSarpugerði í mars fyri at verða U21-landsliðsvenjari. Tað mesta av kappingarárinum hevur Óla Kristian Skaál Jacobsen verið hjálparvenjari hjá Víkingi. Liðið endaði á 4. plássið. 

Keldur: Víkingur og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder