Frá H71 til HØJ. Bæði Pauli Jacobsen og Marita Mortensen hava gjørt við seg á gull-liðum hjá barndómsfelagnum, og bæði royna nú at vinna uppflyting til fremstu røð í Danmark við felagnum úr Ølstykke, sum satsar nógv.
Eftir ávikavist sjey og fimm umfør hava menninir og kvinnurnar fult stigatal.
Pauli Jacobsen spældi 2. hálvleik í 32-29 heimasigrinum á Rækker Mølle leygardagin. Landsliðsmálverjin bjargaði 7 av teimum 21 skotunum, sum hann fekk á seg. Tað vil siga ein triðing - 33,3 prosent - ið væl og virðiliga er góðkent.
Hans Lindberg gjørdist javnsettur toppskjútti í dystinum við 9 málum.
Pauli Jacobsen sæst her við bjarging til EM í Berlin - í næsta mánaði skal hann spæla EM-undandystir fyri Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Stigatalvan í næstbestu mansdeildini
Marita Mortensen skifti í januar til HØJ. 23-ára gamli bakspælarin hevur funnið ein góðan leiklut á liðnum og skoraði trý mál í trý-máls sigrinum í Aarhus í gjár.
HØJ hevur higartil 10 stig - nummar tvey er Ajax København, har Lív og Vár Bentsdóttir Zachariassen spæla. Tvíburðarnir høvdu báðar krossbandsskaða í fjør.
Støðan í næstbestu donsku kvinnudeildini
Marita, Lív og Vár eru millum tær, sum í dag savnast við einum bruttohópi á landsliðnum. Tað er eitt sindur síðani, at tær hava spælt ein landsdyst, men nú støðufesti er funnið í oddinum av næstbestu donsku deildini, so banka tær á aftur.
HØJ-spælarin sigur við heimasíðu felagsins, at hon veit, at tað er stór kapping um plássini, men at man sjálvandi ger sítt besta fyri at fáa stóru upplivingina at koma við EM í Basel.
Tey eru fegin um eginleikarnar hjá Maritu Mortensen í HØJ (hojelitehaandbold.dk)
Eftir venjingarnar hesa vikuna verða Claus Mogensen og Simon Olsen helst klókari uppá EM-hópin, sum helst fer at telja um 18 spælarar.
Hópurin til landsliðssavnina:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Lukka Arge, H71
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Marianna Geirsdóttir Eystberg, BK Ydun (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, (DEN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald