Á veg út av vøllinum eftir eitt álop í dystinum móti Montenegro við Tjarnir, har hon átti uppleggið, fór Maria Pálsdóttir Nólsoy brádliga um koll. Føroyski spælskiparin lá við nógvari pínu - hon hevði beklað.
Hetta var undir seks vikur undan fyrsta EM-dystinum. Skaðar í fótlið kunnu taka sína tíð, men tað vísti seg tíbetur, at Maria Pálsdóttir Nólsoy skjótt kundi spæla hondbólt aftur.
Hon sat uttanfyri fyrsta dystin hjá Horsens eftir landsliðssteðin – heimasigur á HØJ og Maritu Mortensen – men í gjár spældi Maria Pálsdóttir Nólsoy í Aalborg.
Hetta var ímóti liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen. Hon er byrjað at venja aftur eftir barnsburð, og málverjin er úttikin til HM.
Sí eisini: Annnika og Marianna koma inn í hópin aftur til endaspælið
Har skal Maria Nólsoy eisini vera eina lykil hjá Føroyum, og hóast 33-28 tap í Aalborg, so vísti hon góða taktir: Trý mál uppá fýra skot, eitt skrásett upplegg og tvey vunnin brotskast, umframt bert eina tekniska villu)
Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ikki allan dystin, men hetta vóru týðandi minuttir. 21-ára gamli bakspælarin skal aftur í dyst um eina viku, mikudagin 12. november. Tà vitja Súna Krossteig Hansen og Skanderborg. Sùna var við í sjey málum, tá Skanmderborg var væl við í dystinum móti oddaliðnum Odense í gjár.
Hetta verður seinasti dystur hjá teimum undan HM-endaspælinum, har Føroyar spæla fyrsta dystin 26. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald