Súna Krossteig Hansen venur ikki við vegna skaða í fótinum. Í felag hennara í Danmark verður av øllum alvi fyri at fáa hana á vøllin aftur einaferð í november.
Annars er talan um stóran hóp á 22 spælarar, har kappingin um plássini sær út til at vera hørð. Í minsta lagi 16 spælarar skulu við til Sveis.
Sí eisini: Skulu skjótt taka endaliga EM-hópin út
Arbeitt verður við ymiskum samansetingum, og í hesum førum var tað millum annað kontraspælið og skot, sum sjóneykan vóru sett á.
Vit vóru ein túr framvið í Hoyvíkshøllini. Sí myndir hjá Egini Tollaksson Kass niðanfyri.
-
Elsa Egholm (t.v.), Karin Egholm (t.h.) saman við øðrum
-
Bjarta Johansen
-
Gott lag undan venjingini
-
Beinta Bendix Laursen leggur tape á hjá Lív Bentsdóttir Zachariassen - systurin Vár er undir liðuni á henni. Báðar eru fyri kortum byrjaðar aftur eftir krossbandsskaða
-
Marianna Geirsdóttir Eystberg og Turið Arge Samuelsen hava spælt nógv saman í Kyndli. Marianna spæla nú við Ydun í Danmark
-
-
Brynja Høj
-
Jana Mittún, ið hevur fingið eina ógvuliga góða byrjan uppá kappingarárið við Viborg
-
Elsa Egholm, H71. Á heimavølli í Hoyvík
-
Rannvá Olsen hevði eitt ár heimavøll í Hoyvíksvøllini og vann eisini gull her. Vestmannakvinnan er aftur í VÍF
-
Lukka Arge
-
-
Claus Mogensen, høvuðsvenjari.
-
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
-
-
Jana Mittún í gjøgnumbroti
-
Fríða Nolsøe Olsen fekk eisini møguleikan til seinastu landsliðssamling. VÍF-bakkurin skaraði framúr í evropeisku dystunum herfyri
-
Bjørk F. Joensen við skotroynd
-
Lukka Arge
-
Silja Arngrímsdóttir Müller úr Vali í Íslandi verjir fyri
-
Marita Mortensen roynir seg
-
Marita Mortensen er hoyvíkskvinna, sum nú ger vart við seg á oddaliðnum í næstbestu donsku deildini, HØJ
-
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
-
Brynhild Pálsdóttir av høgra vongi
-
Marianna Geirsdóttir Eystberg hevur verið burtur frá landsliðnum vegna millum annað barnsburð
-
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald