Ein áttandapartsfinala í Santander Cup hjá kvinnum - donsku steypakappingini - varð spæld í gjárkvøldið. Dysturin var millum tvey jútskt feløg, sum hava hvør sín føroyska landsliðsprofil sum ein av sínum bakspælarum.
Skanderborg og Súna Krossteig Hansen tóku ímóti Janu Mittún og Viborg, og var tað 20-ára gamla hoyvíkskvinnan, sum gjørdi mest um seg.
Jana skoraði fýra mál og legði upp til fleiri afturat. Hon tók ábyrgd í álopsspælinum hjá Viborg, tá tað sá tungt út: Eina løtu í 2. hálvleiki var Skanderborg á odda við fýra málum.
Tað endaði tó við útivallarsigri. Louise Bak Jensen í málinum gjørdi bart, men Jana Mittún varð vald sum dagsins spælari hjá Viborg.
Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen eru ógvuliga týðandi fyri føroyska landsliðið, sum skal til EM í november (Mynd: Sverri Egholm)
Súna Krossteig Hansen í gjøgnumbroti í Íslandi í apríl. Hon er í summar skift úr Ajax til Skanderborg (Mynd: Sverri Egholm)
Súna yvirfyri Janu (Mynd: Skanderborg Håndbold)
Súna Krossteig Hansen skoraði ikki nakað mál í sínum fyrsta almenna dysti fyri Skanderborg, men er 23-ára gamla havnarkvinnan skrásett fyri tvey upplegg.
Viborg skal spæla fjórðingsfinalur í steypakappingini seinni í heyst - bæði liðini seta hol á landskappingina fyrsta fulla vikuskifti í september: Viborg tekur fríggjakvøldið 06.09 móti Søderjyske, og Skanderborg spælir dagin eftir (07.09) í Århus.
Sjey føroyskir landsliðsspælarar skulu spæla í bestu donsku deildini í ár. Umframt Janu og Súnu er talan um Pernille Brandenborg (København Håndbold), Rakul Wardum (Ringkøbing Håndbold), Maria Pálsdóttir Nólsoy (Horsens Elite), Anniku Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (EA Aalborg).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald