Fótbóltur

Jann til norskan fótbólt

23-ára gamli vongbakkurin heldur ikki fram í NSÍ. Hann skal komandi tvey árini spæla fyri Hødd, sum stríðist fyri at koma upp í næstbestu norsku deildina.

Hetta er myndin av Jann á heimasíðuni hjá IL Hødd, ið er nýggja felagið hjá toftamanninum (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er myndin av Jann á heimasíðuni hjá IL Hødd, ið er nýggja felagið hjá toftamanninum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-10 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin skrivaði Portalurin, at tað var útlendskur áhugi fyri Jann Benjaminsen. 23-ára gamli toftamaðurin hevði eitt gott kappingarár fyri NSÍ og hevði ikki longt sín sáttmála.

Nú er greitt, at tað er í Noreg og í IL Hødd, at fótbóltsframtíðin hjá Jann liggur - íhvussu er komandi tvey árini á pappírinum. Tað boða feløgini frá í dag. NSÍ skrivar, at nú hevur Jann Benjaminsen tikið av møguleikanum at spæla fótbólt í Norra. Takkað verður fyri tíðina eftir samstarv síðani 2013:

- NSÍ takkar Jann fyri tíðina í NSÍ, og vit ynskja Jann Benjaminsen bestu eydnu í Norra. Um longsulin til Føroyar gerst ov stórur, so ert tú altíð vælkomin heim aftur til NSÍ.

Jann Benjaminsen verður á heimasíðini hjá Hødd umtalaður á hendan hátt: 

- Jann Julian kjem frå Færøyane og har fleire kampar på aldersbestemte landslag (U17 og U21). Han står oppført med 126 serie og cupkampar for NSÍ Runavík og var i år med å kjempe om serietittelen heilt inn i Meistaradeildin, men enda til slutt 6 poeng bak seriemeister HB Tórshavn. Han spelte også i august Europa League kvalifisering med NSÍ Runavík, men tapte i 1. kvalifiseringsrunde mot Aberdeen frå Skottland. Jann Julian kan spele både kant og back.

Venjarin Kevin Knappen sigur um Jann, at talan er um ein fyrrverandi U21-landsliðsleikara, ið nærkast A-landsliðnum og sum hevur verið fastur partur á vongbakkinum hjá NSÍ, sum endaði nummar tvey og spældi í Europa League. Knappen lýsir Hann sum ein hartarbeiðandi spælari, sum samstundis er góður á bóltinum.

Hødd spælir í triðbestu deildini í Noreg. Rógvi Jacobsen, metmálskjúttin á A-landsliðnum, hevur áður umboðað felagið. Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder