Hann byrjaði inni í øllum 27 dystunum hjá NSÍ í Betrideildini í ár sum vongbakkur. Nummar 17 hjá teimum í gulum og svørtum gjørdi vart við seg við 12 uppleggum, ið ger at hann endaði á einum javnsettum triðja plássið á listanum. Í Europa League hevði 23-ára gamli leikarin heili trý upplegg í søguliga 5-1 sigrinum á Barry Town á Svangaskarði. Hann var støðugur í verjukenda spælinum og fekk eitt mál.
Jann Julin Benjaminsen hevur seinastu fimm árini spælt 105 dystir í Betrideildini. Veruliga gjøgnumbrotið kom í 2017, tá Jann spældi á sínum upprunaplássið sum vongur og vann steypakappingina við NSÍ. Í 2018 byrjaði hann sum oftast á bonkinum, men í fjør spældi toftamaðurin meira fast. Í ár hevur Jann Benjaminsen funnið eitt nýtt støði, og tað hevur vakt ans uttanfyri Føroyar.
- Okkurt útlendskt felag hevur víst áhuga, men eg fái ikki sagt meira í verandi løtu.
Hann hevur ikki sáttmála við NSÍ til komandi ár, og tað hevur ljóðað, at onnur føroysk feløg eru áhugaði. Hatta kann Jann Benjaminsen ikki siga nakað um, og hann hevur ikki støðu til nakað enn, men spælarin váttar fyri Portalinum, at tað eru møguleikar uttanfyri landoddarnar.
NSÍ endaði nummar tvey í Betrideildini við 63 stigum og spældi seg harvið til evropeiskt pláss sjeynda árið á rað.
Fótbóltur
Útlendskur áhugi fyri Jann Benjaminsen
23-ára gamli leikarin hevði eitt gott kappingarár við NSÍ, ið hann ikki hevur sáttmála við til komandi ár.
Jann Benjaminsen váttar fyri Portalinum, at felag uttanlanda hevur víst honum áhuga men kann ikki siga meira í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)
2020-12-07 15:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald