Fótbóltur

Janus heldur fram í 07 Vestur

23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd, og nú er greitt, at hann heldur fram í Vágum.

(Mynd: 07 Vestur)

(Mynd: 07 Vestur)

2021-12-19 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. Hesum boðaði felagið frá í gjár.

23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.

Tá 07 Vestur í 2018 fluttu niður í 1. deild, flutti Janus inn á Skála og síðani til AB, har hann leikti hesi bæði árini 2019 og 2020. Hetta seinna árið í AB gekst ikki væl í hond, og Janus var nærum ikki at síggja á vøllinum eftir summarsteðg, og so til í summar, tá hann kom vestur aftur, skrivar 07 Vestur.

Janus er uppvaksin í MB og í 07 Vestur, men hann hevur eisini eitt ár hjá Brøndby, har hann var til at vinna DM. Afturkomin úr Danmark á sumri í 2016, fekk Janus sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá 07 Vestur nærum beinanvegin sum 17-ára gamal. Hann spældi tá sjey dystir og skoraði trý mál.

Janus Svabo Samuelsen hevur tilsamans spælt 98 dystir í Betri Deildini, nakrar í 1. deild, umframt 23 ungdómslandsdystir í aldursbólkunum U17, U19 og U21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder