placeholder
Fótbóltur

Javnleikur eftir frálíkt føroyskt avrik

Við málið frá René Shaki Joensen fimm minuttir inn í 2.hálvleik, tryggjaði Føroyar sær eitt stig ímóti Kosovo.

René Shaki Joensen skoraði føroyska málið (Mynd: Jens Kr. Vang)

René Shaki Joensen skoraði føroyska málið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-14 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Kosovo leikti 1-1 javnleik í einum tøttum dysti á Tórsvølli.

Føroyska liðið kom væl út í 5-4-1 leikskipanini, men eftir nakrar góðar føroyskar støður sló Kosovo til við sínum fyrsta skotið. Talan var um eitt dreymahøgg úr 25 metrum frá vinstrakantinum, Milot Rashica.

Føroyar høvdu annars havt gott tak á Kosovo í 1. Hálvleiki; útiliðið ið i komið til nakað útyvir málið. Føroyska liðið hevur til tíðir skapt støður umkring brotsteigin hjá útiliðnum, og tíggju minuttir fyri hálvleik var René nær við, tá hann royndi seg við stútara.

Góðu føroysku taktirnar góvu ikki mál áðrenn hálvleik, men tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Føroyar. Eftir eitt frálíkt álop kundi orkuríki René Shaki Joensen seta fótín á eitt frálíkt hart og flatt innlegg frá eyðsýnda vongbakkinum í høgru, Gilla Rólantssyni Sørensen.

Kosovo skrúðaði ferðina nakað upp eftir útjavnandi málið, men høvdu sera trupult við at skapa nakað ímóti kompaktu føroysku verjuni. Føroyska liðið spældi við yvirskoti, og kom til nakrar fínar støður. Tað leikaði javnt á, men sum minuttirnir gingu, gjørdist tað greitt, at tað var Kosovo, ið søkti meira at sigrinum. Føroyar vóru tó nær við, tá innskifti Klæmint Olsen royndi seg fimm minuttir fyri tíð.

Tað endaði tó 1-1, og tað var samsvarar við leikgongdina. Føroyska liðið stríddist frálíka væl, og fekk eitt slag av uppreisn frá dystinum hóskvøldið.

Tað vóru ikki eins nógvir áskoðarar sum vanligt á Tórsvølli, men teir ið vóru, góvu, við Skansanum á odda, frálíkan stuðul.

Vit hava viðmerkingar til reiðar skjótat gjørligt. Næstu dystur í Nations League er í Aserbadjan 17. november

UEFA Nations League Deild D, bólkur C – 4.umfar


11.10.2018 á Tórsvølli

Føroyar – Kosovo (0-1)

9.min 0-1 Milot Rashica
50.min 1-1 René Shaki Joensen

Føroyar (5-4-1):

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen(’82 Heini Vatnsdal) – Jóan Símun Edmundsson(’68 Klæmint A.Olsen)

Áskoðaratal: 2300

Í Aserbadjan fekk Malta yvirraskandi javnleik, og tí er støðan í bólkinum hendan: 

Kosovo 8 
Aserbadjan 6 
Føroyar 4
Malta 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder