Hóast HB kom afturum í 1. minutti, vóru føroyameistararnir omaná í dag, men megnaðu ikki at knógva Linfield og harvið veruliga fáa eitt gott útgangsstøði til seinna dystin. Ímóti endanum fekk HB tó bjarga realistiska møguleikanum, men útfrá dystarmyndini burdi heimaliðið vunnið.
Linfield kom á odda beinanvegin. HB kom ikki ikki ordliga út til dystin, og tað varð revsað við brestin. Høgri bakkurin hjá norðurírum legði eitt frálíkt innlegg, ið Waterworth stýrdi í málið. Hetta var ein vátur vøttur fyri teir reyð-svørtu og eitt skjótt útivallarmál hjá Linfield. Um ikki annað, so fekk hetta heimaliðið í gongd, og HB setti skjótt seg av álvara á dystin.
HB stríddist sera væl, og til tíðir var spælið hjá heimaliðnum sera gott. Tá hugsað verður um, at talan er um eitt føroyskt lið í evropeiskum dysti, so svam HB í vandamiklum støðum og málmøguleikum. Fyrst var Adrian nær við at snýta málverjanum við beinleiðis frísparki og síðani rakti Pingel stongina. Ari Mohr Olsen kom eisini í nógvar góðar støður ígjøgnum fyrra hálvleik, og uppá deyðbóltar var HB sera vandamikið, og serliga sterki Hørður Askham; einaferð var neyðugt hjá Linfield at bjarga á strikun, tá stútað varð ímóti málinum.
Tað skuldi eitt brotsspark til fyri at fáa hol á hjá HB. Tað var eisini í samband við eitt hornaspark, har tað sá út til, at Hørður varð hálaður niður. Hetta revsaði Adrian, ið var tryggur úr ellivu metrum. Linfield hevði lítið og einki at bjóða uppá í álopskenda partinum, og í 1. hálvleiki var greiður munur á liðnum. Hagtølini vístu eisini, at HB hevði 15 skotroyndir; harav 8 á mál.
Fyrstu tíggju minuttirnar helt HB á við ágangandi og søkjandi spælinum, og Pingel kom eisini í tvær góðar støður. Eftir tí seinnu, ið endaði við skoti úr spískum, sendi Adrian eitt perfekt horna inn mitt fyri málið, ið ein púra fríur Hørður tíverri ikki fekk stýrt inn í málið. Næstu løtuna kom Linfield betri inn í dystin; HB fór hart eftir 2-1 málinum, og tað opnaði eitt sindur upp - Teitur hevði eina góða bjarging hesa løtuna.
Heimaliðið misti nakað av tamarhaldinum á dystinum, og norðurírar komu til nakrar støður. Tá HB kom í góðar støður, manglaði neyvleiki og broddur. Hetta gjørdi, at liðið hjá Heimiri Guðjónsson ikki fekk lagt trýst á Linfied eina góða løtu. Ístaðin legði Linfield seg á odda við brotssparki í 88.minutti, ið var trupult at fáa eyga, í fyrstu atløgu í øllum førum. Teitur fekk hondina á, men bólturin fór í málið: 1-2 og so sá tað ógvuliga trupult út. HB vísti tó aftur mentala styrki, og innskiifti Pætur Petersen javnaði minuttin eftir, eftir at vælleikandi Sìmun Samuelsen legði innfyri. Í yvirtíðini hevði Dan á Soylu ein risastóran møguleika, men hann rakti mitt á málverjan.
HB-leikararnir irða seg helst nú, eftir at teir vunnu skothagtølini 22-4, men spældu 2-2 javnelik á heimavølli. Føroyameistararnir hava tó ein realistiskan møguleika at koma víðari. Setningurin er at vinna í Belfast í koamandi viku. Tann dysturin verður leiktur næsta hósdag. Áðrenn tað skal HB í gongd aftur í Betrideildini; á heimavølli ímóti TB leygardagin.
Europa League 2. umfar, fyrri dysturin
23.07, kl. 16.45 í Gundadali
HB - Linfield 2-2 (1-1)
1' Andy Waterworth 0-1
37' Adrian Justinussen (br) 1-1
88' Andy Waterworth (br) 1-2
89' Pætur Petersen 2-2
HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen (78' Pætur Petersen), Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (84' Daniel Johansen), Símun Samuelsen - Sebastian Pingel (70' Dan í Soylu), Ari Mohr Olsen
Gul kort: Magnus Egilsson, Hørður Askham
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald