
Tað líktist leingi einum útisigri í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Neistin helt Team Klaksvík niðri á tíggju málum í fyrra hálvleiki og var á odda við fimm í steðginum, ið var longdur nakað orsakað av trupulleikum við klokkuni.
Byrjanin av seinna hálvleiki gav ikki ábendingar um, at heimaliðið av álvara fór at koma inn í dystin aftur, og tá ellivu minuttir vóru leiktir, var støðan 14-21. Men so skoraði Team Klaksvík fýra mál á rað, og órógv kom á Neistan. David Henningman í Team Klaksvík-málinum kom av álvara í gongd, álopsspælið fór á glið, leikarar vóru tryggir í skotunum, Valentino Valentakovic kom á vøllin, og tað endaði við javnleiki.
Neistin fekk bert tvey mál seinastu ellivu minuttirnar, og heimaliðið hevði í seinasta álopinum møguleika at avgerða dystin, men Heini Hanusarson fekk ein javnleik í sínum fyrsta dysti.
Hetta úrslitið ger, at stórur spenningur helst verður í bólkinum til seinasta umfar.
Faxe Kondi-kappingin, 1. umfar
Bólkur 1, Klaksvík 18.01
Team Klaksvík - Neistin 26-26 (10-15)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 11 mál, August Oskarsson 7 mál
Sí yvirlit yvir bólkarnar og upprunaskránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald