Tveir dystir í 18. umfarið í Betri-deildini hjá kvinnum vórðu leiktir í kvøld. Hetta vóru fyrstu dystirnir í deildini í næstan tríggar vikur.
Sera týðandi dystur var í Gundadali, har HB tók ímóti EBS/Skála. Í ringu líkindunum deildu liðini stigini, og hetta kundi útiliðið avgjørt brúka til meira enn HB. Bæði málini komu tíðliga í 2. hálvleiki. Fyrst legði Milja R. Simonsen HB á odda, men heilt stuttt aftaná javnaði Margunn Lindholm. HB er harvið framvegis trý stig aftanfyri EBS/Skála og hevur fimm mál verri í málúrtøku.
HB skal vóna, at KÍ vinnur á steypavinnarunum, tá EBS/Skála tekur ímóti á Skála í komandi umfarið. KÍ vann í kvøld 4-1 á heimavølli á B36, har heimaliðið lukkaði dystin seinastu løtuna.
Nakrir av málskjúttunum hjá KÍ í 4-1 sigrinum á B36 í kvøld (Mynd: Norðlýsið/Olivur Joensen)
Úrslitini hava við sær, at EBS/Skála og KÍ bæði hava 44 stig. Liðini spæla eitt slag av finalu týsdagin 23/10, tá greipuvinnarin frá í fjør tekur ímóti KÍ. EBS/Skála hevur fyrimunin við greitt betri málúrttøku, og kann tí væl liva við javnleiki. Tvey umfør resta í.
Tað besta fyri HB er, at KÍ vinnur á EBS/Skála. Um HB samstundis vinnur sín dyst, á útivølli móti ÍF/Víkingi, so kann HB møguliga vinna FM á seinasta leikdegi. Tá spæla KÍ og HB í Klaksvík. Einki er sostatt avgjørt enn í Betri-deildini. EBS/Skála hevur bestu kortini á hondini, og HB kann ikki avgera sína egnu lagnu. Men lagt er upp til tvey spennandi umfør.
18.umfar
HB - EBS/Skála 1-1 (0-0
1-0 51.min Milja R. Simonsen
1-1 55.min Margunn Lindholm
KÍ - B36 4-1(1-1)
1-0 1.min Rannvá B. Andreasen
1-1 44.min Marjun Danielsen
2-1 51.min Eyðvør Klakstein
3-1 79.min Sanna Svarvadal
4-1 90.min Hervør Olsen
19/10: B68 - ÍF/Víkingur
Støðan í Betri-deildini
1. | EBS/Skála | 18 | 14 | 2 | 2 | 72-14 (+58) | 44 |
2. | KÍ | 18 | 14 | 2 | 2 | 56-17 (+39) | 44 |
3. | HB | 18 | 13 | 2 | 3 | 70-17 (+53) | 41 |
4. | ÍF/Víkingur | 17 | 6 | 0 | 11 | 25-49 (-24) | 18 |
5. | B36 | 18 | 1 | 2 | 15 | 11-72 (-61) | 5 |
6. | B68 | 17 | 0 | 2 | 15 | 13-78 (-65) | 2 |
Kelda: FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald