Hondbóltur

Javnleikur millum liðini hjá Óla Mittún og Teis Horn Rasmussen

Einki mál varð skorað seinastu fimm minuttirnar á Fjóni. Óli Mittún hevði flestu upplegg í 29-29 dystinum.

Óli Mittún, her til Wenzel Nordic Cup. GOG er framvegis ósigrað í kappingarárinum men megnaði ikki at vinna á heimavølli í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún, her til Wenzel Nordic Cup. GOG er framvegis ósigrað í kappingarárinum men megnaði ikki at vinna á heimavølli í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-04 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingauppgerð var á Fjóni hóskvøldið, tá seinasti dysturin í 3. umfari í fremstu donsku deildini var á skránni.

Talan varð um ein ógvuliga tættan dyst millum GOG og TTH Holstebro. Og hann endaði eisini við, at liðini hjá Óla Mittún og Teis Horn Rasmussen fingu eitt stig hvør.

TTH Holstebro var á odda 13-12 í steðginum. Spenningurin helt sær, og tá beint yvir fimm minutir vóru eftir, javnaði Lasse Vilhelmsen til 29-29 fyri GOG. Hetta gjørdist seinasta málið í dystinum: Liðini megnaðu ikki at avgerða tað í Svendborg Arena.

Óli Mittún skoraði uppá trý av sínum seks skotum og legði upp til fimm mál - flest upplegg í dystinum. Nummar 78 vann eisini GOG eitt brotskast.

Teis Horn Rasmussen er ikki skrásettur fyri mál ella onnur almenn hagtøl.


GOG er á 2. plássi og hevur fimm stig fyri trý umfør í Bambuni Herreligaen. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder