Fótbóltur

Javnleikur móti Manchester United var ikki gott nokk

Southampton hevur koyrt Mark Hughes.

2018-12-03 11:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

2-2 javnleikur móti Manchester United verður vanliga mett sum eitt sera gott úrslit fyri flestu feløgini uttanfyri topp 6 í Premier League. Men leygardagin var hetta ikki gott nokk fyri Southampton.

Felagið metti ikki, at úrslitini seinastu tíðina hava verið nóg góð, og tí er høvuðsvenjarin, Mark Hughes, koyrdur.

Mark Hughes hevur ikki staðið seg væl sum venjari í Southampton, og liðið hevur bert vunnið 5 av seinastu 27 dystunum. Southampton liggur nummar 18 í Premier League.

Mark Hughes skrivaði undir fimm ára sáttmála við felagið í mai, men úrslitini hava ikki verið góð nokk.

Hjálparvenjarin Eddie Niedwiecki er eisini sendur heim, og tí verður tað Kelvin Davis, sum stendur á odda fyri liðinum, tá dystur er móti Tottenham mikukvøldið.

Nøkur av nøvnunum, sum nú verða sett í samband við Southampton eru fyrrverandi venjarin hjá RB Leipzig, Ralph Hasenhuttl, og Nigel Pearson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder