Heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi og avbjóðarin Fabiano Caruana úr USA halda fram við at spæla javn í HM-kappingini um heimsmeistaraheitið í talvi.
Í gjár varð níggjunda talvið telvað, og eins og talvini frammanundan, samdust leikararnir um remis. Hetta hendi eftir 56 leikir, so støðan nú er 4,5 stig í part.
Magnus Carlsen telvaði við hvíta fólkinum, og megnaði eitt skifti at seta Caruana undir trýst, men gott verjuspæl tryggjaði amerikanaranum javnleik.
Fótbóltsskaði
Carlsen telvaði við plástri oman fyri annað eyga, og tað var hetta plástrið, ið var í fokus ta tíðina myndafólkinu sluppu at taka myndir í byrjanini av talvinum.
Talan er um ein skaða, sum hendi undir fótbóltsspæli á frídegnum týsdagnum. Carlsen hevur lækna við til kappingina, og sambært honum, darvar eygnaskaðin ikki hansara førleikum við talvborðið.
Seinnapartin í dag sessast telvararnir við borðið at telva 10. talvið. Í fyrsta umfari verða 12 talv telvað. Seinastu talvini eru leygardagin og mánadagin. Um støðan framvegis er jøvn, verður farið undir at leika fýra kviktalv mikudagin. Í vanligum langtalvi fáa leikararnir 100 minuttir til fyrstu 40. leikirnar, síðan fáa teir 50 minuttir til teir næstu 20 leikirnar og so 15 minuttir afturat eftir 60. leik. Harafturat fáa teir 30 sekund fyri hvønn leik.
Í snartalvi fáa leikararnir 25 minuttir og 10 sekund afturat fyri hvønn leik.
Kann avgerast við ’Armageddon’
Er heldur ongin vinnari funnin við kviktalvi, verður farið til snartalv. Í snartalvi fáa leikararnir fimm minuttir og 3 sekund afturat fyri hvønn leik. Snartalvini verða telvað í pørum, fimm ferðir, tilsamans 10 talv.
Skuldi tað hent, at heldur ongin heimsmeistarin er funnin tá, skal heimsmeistaraskapurin avgerast í einum sokallaðum ’Armageddon’. Í hesum føri fær leikarin við hvíta fólkinum fimm minuttir meðan leikarin við svørtum fær fýra minuttir. Ikki fyrr enn eftir 61. leik, verða 3 sekund afturat givin fyri hvønn leik. Skuldi armageddon-talvið endað javn – remis – er tað leikarin við svarta fólkinum, ið verður kosin vinnarin.
Undan ’armageddon’-talvinum er lutakast millum telvararnar. Tann, ið vinnur lutakastið, sleppur at velja um hann vil leika við hvíta ella svarta fólkinum.
Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðan 2013, tá hann vann á táverandi meistaranum, Viswanathan Anand, úr India. Árið eftir vardi hann heimsmeistaraheitið, eisini móti Anand. Í 2016 vardi hann HM-heitið við at vinna á russaranum Sergej Karjakin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald