EB/Streymur hevur í dag kunngjørt sín nýggjasta spælara á Facebook-síðu sínari:
- Vit eru sera fegin, at Jens Erik Bruhn hevur valt at spæla við EB/Streymi hetta kappingarárið
21-ára gamli bakkurin/vongurin úr Trongisvági hevur longu spælt 90 dystir í Betrideildini. Allir hava verið við barndómsfelagnum TB, men nú hevur Jens Erik valt at venda nøsini norðureftir.
TB flutti niður aftur í 1. deild í fjør, men Jens Erik Bruhn heldur fram í Betrideildini. Hann var í fjør við í hópinum til allar U21-landsdystirnar - tó uttan at koma á vøllin.
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald