Eftir at hava verið venjari hjá U16 og U18, umframt hjálparvenjari hjá 1. deild í nøkur ár, varð Jens Erik Rasmussen settur sum fulltíðar ungdómsvenjari hjá 07 Vestur í 2017, og hevur hann verið í starvinum fram til nú. Men felagið boðar nú frá, at hann gevst.
Hesi árini hevur Jens Erik verið venjari hjá alt frá U7 til U15, og so hevur hann staðið á odda fyri mongu morgunvenjingunum og futsalvenjingunum seinastu árini, skrivar 07 Vestur.
– Jens Erik hevur hesi árini sum venjari sett sín týðiliga dám á menningina av okkaru yngru leikarum, og væntandi fær felagið gagn av hesum nógv ár framyvir. Jens Erik hevur valt at royna nýggja leiðir og gevst tí sum venjari í 07 Vestur.
– 07 Vestur vil hervið takka Jens Erik fyri tíðina sum venjari í 07 Vestur og ynskja honum blíð byrð í einum komandi starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald