Fótbóltur

Jens Martin Knudsen nýggjur høvuðsvenjari í Hoyvík

55-ára gamla málmanslegendan úr Saltangará hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við samanlagda felagið í Hoyvík.

Undirskiriftin kom uppá pláss í gjár, eftir at samanleggingin var endalig (Mynd: FC Hoyvík/Undrið)

Undirskiriftin kom uppá pláss í gjár, eftir at samanleggingin var endalig (Mynd: FC Hoyvík/Undrið)

2022-12-16 11:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er skrásettur fyri beint yvir 100 dystir sum høvuðsvenjari í júst 1. deild og skal nú royna at skapa støðufesti hjá besta liðnum í nýggja felagnum í Hoyvík, sum spælir í 1. deild í 2023. 

Jens Martin Knudsen hevur frammanundan bert verið venjari í barndómsfelagnum, her í Føroyum. Seinast var talan um nakrar dystir sum fyribils venjari hjá besta liðnum í 2020. 55-ára gamli fyrrverandi málverjin næstbesta liðið hjá NSÍ - í 1. deild - frá 2015 til og við 2018- og var samstundis sum hetta og áðrenn hetta eisini venjari hjá ungdómsliðum í Runavík, og var Jens Martin við at menna fleiri spælarar, sum seinnu hava gjørt vart við seg á besta liðnum hjá NSÍ og aðrastaðni, umframt at fleiri styep komu í hús í eldru dreingjadeildunum.

Hann skrivaði eisini føroyska fótbóltssøgu síðst í 1999, tá hann skrivaði sáttmála sum leikandi venjari hjá Leiftri, sum tá var í best íslendsku deildini. Felagið kom tó í stórt fíggjarligt óføri í 2000 og flutti niður - tað eydnaðist tó Jens Martini og liðnum at koma víðari móti Luzern úr Sveis í Intertoto Cup. 

Nú bíðar ein heilt nýggj avbjóðing hjá Jens Martini Knudsen í venjarayrkinum. Seinnapartin í gjár varð kunngjørt, at samanleggingin millum FC Hoyvík og Undrið er endalig, og í gjárkvøldið varð sáttmáli undirskrivaður við nýggja høvuðsvenjaran. Talan er um ein trý-ára sáttmála, og harvið skal nakað nýtt veruliga byggjast upp í Hoyvík, har eitt framtíðarmál helst er Betrideildin.

- Jens Martin er sera spentur til uppgávuna, og síggja hann og felagið ljóst upp á framtíðina. Í løtuni verður arbeitt við at styrkja og víðka venjaratoymi hjá besta liðnum, umframt at arbeiði av álvara verður byrjað, at seta venjarar til øll lið felagsins.

Hetta skrivaði FC Hoyvík/Undrið - felagsnavnið er ikki kunngjørt enn - í sambandi við at ein av heilt kendu persónunum í føroyskum fótbólti nú er við umborð á nýggju fótbóltsverkætlanini í Hoyvík.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder