Fótbóltur

Samanleggingin í Hoyvík er endalig

FC Hoyvík og Undrið FF hava í dag fingið váttan frá FSF, og gongd er á fyrireikingunum til næsta ár.

Besta mansliðið hjá Undrið flutti upp í 1. deild á heysti í fjør á fyrsta sinni  og helt sær væl og virðiliga uppi. Næsta ár verður tað eitt nýtt samansett hoyvíkslið í næstbestu mansdeildini (Mynd: Sverri Egholm)

Besta mansliðið hjá Undrið flutti upp í 1. deild á heysti í fjør á fyrsta sinni og helt sær væl og virðiliga uppi. Næsta ár verður tað eitt nýtt samansett hoyvíkslið í næstbestu mansdeildini (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-15 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ávegis síðsta vetur, har so at siga alt var klárt, men tey í Undrinum valdu so at halda fram fyri seg. 

Undrið fekk eisini eitt lutfalsliga gott úrslit sum uppflytari í 1. deild og endaði á 6. plássi við 42 stigum - eitt tíðarskeið var liðið úr Hoyvík tó partur av oddastríðnum.

Søguliga árið hjá Undrinum gjørdist eisini tað seinasta sum einstakt felag. Besta mansliðið spældi uppá undantaksloyvi, tí felagið ikki hevur nakra ungdómsdeild, ella nakað ungdómslið, ið er eitt krav fyri at spæla í 1. deild. Orkan var heldur ikki har til føra arbeiði víðari, og bæði feløgini í Hoyvík ynsktu nú samanleggingina.

[object Object]
Eftir at uppflytingin til 1. deild varð tryggjað í Hoyvík á heysti 2021 (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Kristin Mouritsen hevur spælt nógvar dystir fyri FC Hoyvík síðstu árini - her í steypadysti á Skála í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á eykaaðalfundi hjá FC Hoyvík 9. november var eittans mál á skránni: At øll loyvir og skyldur hjá Undrið FF verða løgd saman/yvirtikin av FC Hoyvík. Hetta varð góðtikið, og so restaði ikki nógv meira í ein ein váttan frá FSF um, at samanleggingin er í lagi.

Hendan er komin í dag, boða feløgini frá á Facebook, har tað eisini stendur: 

- Sum tað oftani verður skrivað, so er ljós í felagshølinum í dag, og fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd, og verður meira at frætta seinni í kvøld.

[object Object]Plakat á Facebook-síðunum "Undrið F F" og "FC Hoyvík", í samband við at samanleggingin er endalig. Skrivað verður at "framtíðin við fótbóltinum í Hoyvík er sera spennandi"

Harvið er talið av fótbóltsfeløgum í Føroyum nú 17. Samanleggingin merkir millum annað, at eitt samlað hoyvíkslið verður í næstbestu deildini hjá monnum (uppá loyvi hjá Undrinum) og næstbesta vaksnamaliðið hjá nýggja felagnum helst verður í 2. deild (uppá loyvi hjá FC Hoyvík).

Undrið FF er frá 2006 og hevur altíð bert havt vaksnamannafótbólt. Eftir at hava havt heimstað í Gundadali í tólv ár, flutti felagið niðan til Hoyvíkar í 2019.

Har hevði FC Hoyvík hildið til í fleiri ár. Felagið hevði eisini navnið Giza Hoyvík og var ein samanlegging av FC Hoyvík, ið fyrr var Fram (stovnað 1975), og FF Giza, ið partvíst var sprottið úr NÍF (Nólsoyar Ítróttafelag). FC Hoyvík hevur seinastu árini ment ungdómsdeildina væl. Besta manslið felagsins hevur summi ár staðið seg væl í 1. deild - seinastu tvey árini hevur liðið spælt í 2. deild.

[object Object]
Hoyvíksgentur vunnu steypakappingina hjá U16 fyrr í heyst (Mynd: FSF)


Portalurin gjørdi eitt innslag úr Hoyvík 5. september í fjør, tá Undrið staðfesti sína fyrstu uppflyting. Tað kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder