Tað er ikki ofta, at vit kunnu siga, at eitt felag í Føroyum á fyrsta sinni kemur upp í eina deild.
Í gjár, leygardagin 4. september 2021, var ein søguligur dagur fyri Undrið FF, ið varð stovnað í 2006. Talan er um eitt lið, sum er fyri áhugaleikarar, og sum bert hevur tvey skrásett lið - tvey manslið. Fyri kortum hevði Undrið eisini eitt lið í U21, men nú er einki barna/ungdómslið.
Felagið flutti niðan til Hoyvíkar fyri nøkrum árum síðani, og í gjár vunnu teir í vínreyðu troyggjum 4-0 á Royn og tryggjaði sær harvið uppflyting til 1. deild og heitið sum besta lið í 2. deild 2021.
Stórur fagnaður eftir seinasta bríksl í Hoyvík
Venjarin og formaðurin, Arnar Lognberg, verður fagnaður (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Myndir: Vunnu seg upp í fyrstu deild
Undrið vunnið 2.deild
Tað snýr seg um samanhald og hygg, men støðið er lyft á leikarum og venjingum, sigur formaðurin og høvuðsvenjarin Arnar Lognberg. Nú 30-ára gamli skopuningurin flutti til høvuðsstaðin í 2010, og fór, eins og fleiri aðrir bygdamenn, upp í Undrið. Hann hevur seinastu árini verið formaður og tók miðskeiðis í kappingarárinum í fjør yvir sum venjari hjá besta liðnum. Hetta hevur hilnast væl, tí Undrið hevur tryggjað sær gull og uppflyting, nú trý umfør eru eftir í 2. deild í 2021.
Undrið skal vera eitt savningarstað fyri leikarar, ið vilja halda fram at spæla fótbólt, men málsetningurin er nú hægri enn áður - liðið skal nú støðufestast í 1. deild, og vónin hjá formanninum er, at man kann verða næsta felagið, ið brýtur ígjøgnum í Føroyum.
Arnar Lognberg var rørdur eftir síðsta bríksl í gjár, og vit fingu eisini orð á ein fegnan liðformann og ein smílandi áleypara. Ólavur Venned og Petur Frank Jákupsson Holm eru ávíkavist 25 og 27-ára gamlir. Báðir hava eina fortíð í AB, og bæði Ólavur og Petur Frank settu orð á sterka samahaldið í felagnum, ið eisini kemur til sjóndar í sjónbandinum. ið sæst ovast
Video eftir seinasta bríksl, samrøður og orð: Agnar Prestá. Video til samrøðurnar, klipt og sett saman: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald