Fótbóltur

Undrið vunnið 2. deild

Tvey mál komu í hvørjum hálvleiki i Hoyvík, har nógvir áskoðarar vóru. Undrið fekk øll málini, og skal í 2022 spæla í næstbestu deildini á fyrsta sinni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-04 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Undrið spældi fyri at avgerð alt i dag sást beinanvegin. Heimaliðið legði skjótt eitt trýst á gestirnar út Hvalba, men tað kom ikki hol á.

Kanska var tað, at nógv stóð uppá spæl, men teir flestu av teimum mongu uppmøttu askoðarunum koyrdu á Undrið, og eftir áleið hálvan tíma bragdaði. Stutt seinni varð 2-0. Í báðum førum var tað verjuleikarin Sverri Petersen, sum í summar kom úr AB, ið vísti styrki uppá deybóltar - seinna málið var ein frálíkur stútari frá Sverra.

Poul Ingason, sum í seinastuni hevur spælt við Royn, hevði ein stóran málmøguleika beint áðrenn stegðin, tá trýstið hjá Undrið var linkað. Heimaliðið var tó eisini betri eftir steðgin, og tvøramaðurin Sjúrður Jensen og innskifti Tóki Næss Rasmussen settu móti endanum veruliga gongd

4-0 sigurin á Royn gjørdi, at Undrið-liðið, sum í stóran mun er bygt á sterkt samanhald, kundi stórfegnast eftir seinasta bríksl.

Tað merkir at Undrið skal spæla í næstbestu deildini næsta ár á fyrsta sinni.

Fleiri myndir og annað seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder