Ein av teimum meira friðarligu persónligheitunum, sum ferðast rundan um føroyska hondbóltslandsliðið, sum partur av venjarahópinum, er 47 ára gamli Jens á Skipagøtu.
Útbúgvin lærari, sum nú roynir seg í privata vinnulívinum, men eisini hevur roynt seg í øðrum vinnugreinum, og sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla eitt stutt skifti. Pápi hansara, Ólavur, hevur í eitt mannaminni verið varastjóri á upprunaliga skúlanum í Hoyvík.
Jens á Skipagøtu fegnast saman við liðinum eftir góða avrikið móti Noregi leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
- Nei skúlastjórastarvið var ikki nakað fyri meg, ásannar Jens.
Men vit kenna hann best sum mannin, ið eigur ein part av æruni av, at tað gongst so væl í føroyskum hondbólti fyri tíðina. Ikki bara tí, at hann er fedrana upphav til tveir av leikarunum, Róa og Elias, heldur ikki tí at hann hevur verið partur av venjaratoyminum hjá hesum dreingjunum gjøgnum so at siga øll barnaárini sum málmansvenjari. Maðurin er fyrrverandi skansi í málinum hjá H71.
Nei, tað er tann mentala fyrireikingin, Jens hevur leitt menninir ígjøgnum, sum verður tikin fram sum ein orsøk til at tað gongst so væl nú.
Altíð verið aktivur í H71
Vit hittu Jens í dag til eitt prát um hansara leiklut í hópinum.
- Eg havi í langa tíð verið aktivur í felagnum H71 sum venjari, og havi eisini verið partur av landsliðsarbeiðinum í longri tíð.
- Tá vit fyri nøkrum árum síðani ásannaðu, at hesin 2002 árgangurin hevði nakað heilt serligt í sær, so settu vit okkum niður – t.e. venjararnir Mark Marcher Laursen og Julian Johansen – fyri at analysera støðuna.
- Vit ásannu, at Føroyar í langa tíð hava átt sera góðar hondbóltsspælarar, sum kundu verið komnir nógv longur enn teir komu. Og vit ásannaðu, at tað ikki vóru hondbóltsevnini, men tann mentala fyrireikingin, sum haltaði. Menninir/dreingirnir vóru ikki til reiðar til tær stóru avbjóðingarnar.
- Tað var tá, at vit fóru til Hondbóltssambandið við ætlanini um at leggja eina menningarætlan, sum í stóran mun snýr seg um tað mentala. Og uttan at hava nakra vitan um hetta tók eg á meg at taka mær av hesi uppgávuni.
Jens noterar sær niður hvat arbeiðast skal við á tí mentala økinum (Savnsmynd: Jn.fo)
Skal vera fastur táttur í landsliðsarbeiðinum
Eg mátti leita mær vitan frá grundini av. Las nógv tilfar, og var til fleiri skeið í ítróttasálarfrøði uttanlands, og harvið havi eg fingið nakað av vitan og nakrar royndir at arbeiða við mentalu síðini hjá leikarunum. Ætlanin er, at hetta arbeiði í framtíðini skal vera partur av øllum árgangunum, tá tað snýr seg um føroysku landsliðini.
Jens greiðir frá, at tað snýr seg um at hava strukturin í ordan og at hava fastar rutinur, so at leikararnir vita hvat teir skulu, hvør teirra uppgáva er upp til eina kapping ella ein avgerandi dyst.
Tað er eisini av týdningi, at allir leikararnir eru involveraðir, at ongin kennir seg uttanfyri, og tað hava hesir dreingirnir duga sera væl, sigur Jens á Skipagøtu.
Eitt nú arbeiða teir við andadrátsvenjingum, fyri ikki at lata kenslurnar fara avstað við teimum. Tað kann liggja eitt stórt trýst á leikarunum, eitt nú frá áskoðarunum. Men hetta trýstið má ikki ávirka spælið hjá teimum einstaku.
Jens á Skipagøtu er giftur við Gunn Ellefsen, ið er forseti í Hondbóltssambandinum. Her í práti við skjótt fráfarandi aðalskrivaran í Hondbóltssambandinum, Hans Jón Thomsen (Mynd: Sverri Egholm)
Ábyrgd – samstarv - hugburður
Sum pápi hjá Eliasi, so veit Jens at føroyski stórspælarin brúkar hetta við andadrátsvenjingum nógv í sínum dystunum. Elias verður taklaður, skumpaður, trýstur og ertaður, men dugir at lata vera við at lata hetta ávirka hansara spæl, og tað er ein stór styrki hjá ikki bara honum, men hjá øllum liðinum.
Vit hoyra ofta spælararnar, tá teir verða spurdir um ymist, serliga upp til stórdyst, at teir brúka orðini ‘ábyrgd’, ‘samstarv’ og ‘hugburður’, og tað er júst hesi trý orðini ella hugtøkini, sum eru tey samtyktu virðini sum landsliðið arbeiðir eftir.
Og tað er eisini serliga hetta, sum Jens arbeiðir við.
Jens er tó ógvuliga varin við at taka sær heiðurin av góðu úrslitunum hjá føroyska landsliðnum.
Synirnir hjá Jens, Elias og Rói, fegnast um úrslitið leygarkvøldið. Teir eru kanska besta dømið um hvat tað gevur at geva børnunum fría atgongd til ítróttahallirnar (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
Lat børnini sleppa inn í høllirnar
Hann vísir ístaðin á, at nógvar styrkir eru komnar inn á liðið við danska venjaranum, Peter Bredsdorf Larsen, sum hevur royndir sum hjálparvenjari hjá danska landsliðnum og tí hevur nógvar royndir á hesum økinum.
Og so er tað eitt afturat, sum ikki skal gloymast.
- Tú skalt minnast til, at hesir dreingirnir (..tá sipar hann helst til H71’ararnar, -red) eru slopnir at brúka ítróttahøllina í Hoyvík sum teimum lystir. Teir hava gjøgnum allan sín uppvøkstur havt møguleika fyri bjóðað sær sjálvum av í kynstri við hondbóltinum.
- Tí er tað, at hesir dreingirnir hava so stórt sjálvsálit, so stórt at teir tora at fortelja alment, at teir ætla sær at fáa stig ella at vinna. Teir hava vant ymiskar rørslur og skot út í tað óendaliga, og vita akkurát hvar mørkini fyri teirra spæl er.
- Við slíkum sjálvsáliti kemur ein langt í hondbólti, vísir Jens á Skipagøtu á.
Tað er eisini uttanfyri hondbóltsheimin, at lagt er merki til evnini hjá Jensi. Í nakrar mánaðar farna heyst vóru boð eftir honum í Havnar Bóltfelag fyri at gerast ein partur av hópinum og byggja á sjálvsálitið hjá HB-leikarunum.
Jens vísir á, at tað var ein tíðaravmarkað uppgáva. Hansara virki sum mentalur venjari snýr seg nú aftur einans um hondbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald