Triðja árið á rað verður ein føroyingur í Final Four í Champions League, og annað árið á rað skal Hákun West av Teigum spæla hálvfinalu og síðani finalu/bronsudyst í størstu hondbóltskappingini fyri lið.
Hetta er greitt eftir dramatiska fjórðingsfinalusigurin hjá Füchse Berlin á ungarska Veszprém.
Veszprém vann við einum máli í Ungarn, og hóast heimaliðið var nógv betri frá byrjan í kvøkd, stóð ikki meira 31-30 á máltalvuni eftir 60 minuttir í kvøld.
Kvøldið í Berlin endaði í brotskastskapping. Har var Hákun West av Teigum ein av teimum, sum misnýtti sítt brotskast: Rodrigo Corrales bjargaði royndini hjá føroyinginum
Øll brotskastskappingin sæst her
Tíbetur fyri Hákun og Füchse skoraðu Nils Lichtlein, Tim Freihöfer, Tobias Grøndahl og til seinast Mathias Gidsel.
Hugo Descat misnýtti fyri Vezprem og vælspælandi Dejan Milosavljev í Berlin-málinum bjargaði einum skoti. Harvið vann Füchse kappingina úr sjey metrum 4-3 og dystin samanlagt 35-33.
Hákun West av Teigum skoraði bæði skotini, hann hevði í dystinum, og føroyski høgri vongurin var fimm av fimm samanlagt í fjórðingsfinalunum: Hann eigur, eisini við bólkaspælsdystunum, sanniliga sín góða lut í, at Füchse Berlin aftur er í Final Four í Champions League.
Final Four verður spælt mitt í juni. Aalborg og Barcelona hava eisini spælt seg í Champions League-hálvfinalurnar. Væntað verður at Magdeburg ger arbeiðið liðugt í morgin í seinastu fjórðingsfinaluni.
Hæddarpunkt frá í kvøld síggjast niðanfyri. Millum annað eitt flott mál hjá føroyska høgra vonginum í byrjanini og misnýtta brotskastið, sum tíbetur ikki kostaði, móti endanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald