Fótbóltur

Jóan Pauli er ársins ungdómsvenjari - Per ársins eldsál

Venjarafelag Føroya hevur heiðrað venjarunum, ið til dagliga hava sína gongd í ávíkavist ÍF og Skála, og sum í nógv ár hava nýtt óteljandi tímar til ungdómsvenjing.

Per Mikkelsen av Strondum var eisini í uppskoti at fáa heiðursløn sum Ítróttarfyrimyndin 2020 hjá ÍSF (Mynd: vff.fo)

Per Mikkelsen av Strondum var eisini í uppskoti at fáa heiðursløn sum Ítróttarfyrimyndin 2020 hjá ÍSF (Mynd: vff.fo)

2021-08-26 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjarafelag Føroya heiðrar á hvørjum ári ársins ungdómsvenjara og ársins eldsál. Seinkingin í ár kemst av, at Ungdómsráðstevnan, sum vanliga er í februar, og har venjararnir vanliga verða heiðraður, varð avlýst vegna korona.

Soleiðis lýsir vff.fo Jóan Paula Jacobsen og Per Mikkelsen, sum hava fingið heiðrarnar fyri 2020

Ársins ungdómsvenjari byrjaði fyri yvir 30 árum síðani - klaksvíkingurin hevur gjørt mun víða kring

45-ára gamli Jóan Pauli Jacobsen hevur havt eitt langt og virkið skeið sum venjari. Hann byrjaði í 1989 sum venjari hjá pinkulingum hjá KÍ eftir áheitan frá Jens Hvidemose og hevur verið venjari samanhangandi frá 1993.

Manne Waag Høgnesen bað Jóan Paula hjálpa sær við KÍ kvinnunum í 1996. Í 1997 setti KÍ Annfinn Danielsen sum høvuðsungdómsvenjara og Jóan Pauli fekk góða nyttu burturúr, tí hann tók bæði ungdóms- og seniorvenjaraskeið. Jens og Jóan Pauli møttust aftur í Haslev Fodboldklub í 1999, har Jóan Pauli eisini var við til at stovna fótbóltsfelag á Haslev Seminarium í 2002, nevnt De Lærerstuderendes Fodboldklub, Haslev (DLF Haslev).

Í 2003 varð Jóan Pauli valdur sum ársins ungdómsvenjari hjá KÍ og í 2008 vóru boð eftir honum frá nýstovnaða fóltbóltsfelagnum Víkingi, har hann vandi næstbesta liðið í 1. deild. Lagnuárið 2009 varð Jóan Pauli settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ og árini 2011-13 virkaði hann sum hjálparvenjari hjá Alexandar Djordjevic og Páll Guðlaugsson. Í 2015 steðgaði Jóan Pauli sum HUV hjá KÍ og tók UEFA A-prógv sum venjari í 2017.

Tá ÍF leitaði eftir høvuðsungdómsvenjara í 2017, valdi Jóan Pauli at søkja og fyribils er samstarvið longt til 2022. Harumframt hevur Jóan Pauli gingið á odda við at fáa Fótbóltsbreyt í Skúlanum við Streymin.

[object Object]
Jóan Pauli Jacobsen tekur ímóti heiðrinum frá Frankie Jensen (Mynd: vff.fo)

Ítróttarfyrimynd av Strondum venur 6-7 lið og fekk nógv góð úrslit í fjør

54 ára gamli Per Mikkelsen av Strondum var í uppskoti at fáa heiðursløn sum Ítróttarfyrimyndin 2020 hjá ÍSF. Í innstillingini skrivaði ÍSF: "Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu.

Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag. Hansara egna felag, Skála ÍF, hevur eisini róst ársins eldsál: "Tað eru trý væl skikkaði uppskot til heiðurin. Men óansæð hvør vinnur, so er ongin ivi um, at Per er ein av okkara allar størstu ítróttarfyrimyndum í felagum. Hann hevur ótroyttiliga koyrt á í áravís við venjingum í fleiri aldursbólkum, og hevur í fleiri ár skipað ungdómsarbeiðið og ungdómsvenjingar, og skaffað venjarar til ymsu aldursbólkarnar. Sjálvboðið og mangan ótakksamt, men sjálvandi eisini mangan stuttligt og hugaligt.

Kappingarárið 2020 gav eitt týðiligt avkast av øllum stríðnum, tá U15 genturnar fingu silvurheiðursmerki í FM-kappingini og vunnu steypakappingina, U18 genturnar vunnu greipuna, og U15 dreingirnir á ½ vølli eisini vunnu sín bólk. Per hevði sín stóra leiklut í øllum hesum árgangum. Vit í felagnum eru ómetaliga takksom fyri tann stóra sjálvbodna innsats sum Per hevur lagt í felagið. Og uttan gott bakland, bar tað ikki til, so Petra og børnini eiga eisini sín part av tøkkini."

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder