
Hann hevði beinleiðis kós móti føroyska metinum fyri A-landsdystir í fjør, men eftir venjaraskifti hevur Jóan Símun Edmundsson ikki verið úttikin.
Til tíðindafundin á Tórsvølli síðst í mai var tað triðju ferð á rað, at navnið hjá Jóan Símuni Edmundsson ikki varð nevnt til landsliðsúttøku. Hetta var annars als ikki hent fyrr, meðan toftamaðurin hevur verið tøkur seinastu 15 árini ella so.
- Tað er sjálvandi...ikki frustrerandi men skuffandi. Men eitt ella annað stað dugi eg at skilja, at tá nýggir venjarar koma til, so sær man øðrvísi uppá ymiskt og vil nakað annað. Eg eri jú heldur ikki ungur longur. Nú eri eg bara fegin um at vera við aftur, í øllum førum til hendan dystin.
33-ára gamli áleyparin avloysti í gjár skadda Petur Knudsen í hópinum. Hoyr hann seta orð á hetta, á føroyska hópin og møguleikarnar móti Gibraltar í morgin ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald