
- Tað er deiligt at hava fingið landsliðsboð aftur, men eg eri eisini harmur um, at Petur Knudsen er blivin skaddur, og vil ynskja honum góðan bata. Nú gleði eg meg til at møta hópinum í morgin og síðani fara undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Gibraltar.
Soleiðis sigur Jóan Símun Edmundsson seinnapartin í sambandi við, at 33-ára gamli áelyparin kemur inn í føroyska hópin.
Tá Petur Knudsen var óheppin og fekk stoyt í knæðið móti Georgia var ein upplagdur avloysari. Hann spælir til dagliga í KA í Íslandi og hevur næstflest A-landsdystir á manssíðuni.
Sí eisini: Petur Knudsen verður uttanfyri í eina tíð
Petur Knudsen fær viðgerð í Tbilisi, har hann meiddi sær knæðið. Talan er tó ikki um krossbandsskaða hjá NSÍ-spælaranum (Mynd: Sverri Egholm)
Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið úttikin tríggjar tær seinastu ferðirnar - meðan Eyðun Klakstein hevur verið høvuðsvenjari. Seinasti landsdystur hansara var móti Lettlandi, 13. oktober í fjør. Hetta var nummar 93 í røðini.
Mánadagin skal toftamaðurin, við níggju landsliðsmálum og góðu dygdunum við bóltinum, møguliga inn at gera mun í álopskenda partinum hjá Føroyum. Á Tórsvølli móti Gibraltar mugu føroyingar metast at vera favorittar.
Jóan Símun hevur seinastu vikurnar spælt nógv í KA og hevur millum annað fingið sítt fyrsta mál í afturvendanini til íslendskan fótbólt.
Jóan Símun Edmundsson kann gera sítt í serliga spælinum við bóltinum men eisini við at leggja trýst á teir aftastu hjá mótsstøðuliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Í venjingardystinum í gjár vórðu fleiri av føstu spælarunum spardir nakað ella spardir heilt. Odmar Færø var ein teirra. Royndi miðverjin hevur nakað av trupulleikum við rygginum og er heldur ivasamur til heimadystin.
Sí eisini: Poul Kallsberg skal spæla sín fyrsta A-landsdyst
Føroyski hópurin kemur til Føroya í kvøld eftir langa ferð úr Georgia. HM-undankappingardysturin móti Gibraltar verður mánadagin, 2. Hvítusunnudag, klokkan 19.45.
Si eisini: Gullbrandur: - Fingu eina vánaliga byrjan og eru ikki heilt nøgdir (Video)
Dagført: 16.33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald