Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson byrjaðu væl í 2.Bundesligaini. Men liðið er steðgað upp og tapti í dag triðja dystin á rað.
Føroyingurin í felagnum gjørdi tó sítt; hann legði Bielefeld á odda eftir hálvan tíma. Fýra minuttir seinni var 2-0 til heimaliðið, og tá sá harvið sera gott út hjá Jóan Símun og co. Men Greuter Furth kom sera væl út til 2. hálvleik, og eftir tíggju minuttir var javnleikur.
Útiliðið avgjørdi dystin smáar tíggju minuttir fyri tíð, og harvið er Bielefeld nummar 12 við 12 stigum. Jóan Símun Edmundsson hevur skorað trý mál í næstbestu týsku deildini.
Toftamaðurin fór út miðskeiðis í 2.hálvleiki sunnudagin á Tórsvølli, tí hann hevur havt trupulleikar við baklærinum, og føldi so mikið at hann bað um útskifting. Jóan Símun er tó tíbetur so væl fyri, at hann fekk spælt allar 90 minuttirnar í dag.
Fótbóltur
Jóan Símun aftur á máltalvuna fyri Bielefeld
27-ára gamli føroyingurin legði sítt felag á odda, men tað endaði við tapið.
Mynd: Sverri Egholm
2018-10-20 15:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald