Fótbóltur

Jóan Símun skal spæla í Norðurmakedónia

Royndi toftamaðurin hevur gjørt sáttmála, sum er galdandi til summarið 2025, við Shkupi. Talan er um eitt toppfelag í einum av lægst styrkismettu deildunum í Evropa.

Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum í Albania í november. Síðani hevur 32-ára gamli álopskendi spælarin leitað eftir felagið, og valið fall á FC Shkupi, ið kappast um meistaraheitið í Norðurmakedónia og allarhelst skal spæla í Evropa í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson í landsdystinum í Albania í november. Síðani hevur 32-ára gamli álopskendi spælarin leitað eftir felagið, og valið fall á FC Shkupi, ið kappast um meistaraheitið í Norðurmakedónia og allarhelst skal spæla í Evropa í summar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-12 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóan Símun Edmundsson hevur verið sáttmálaleysur, síðani sáttmálin við KA gekk út fyrr í vetur, men nú er greitt, at næsta stig á hansara fótbóltsleið liggur í Skopje-økinum.

Eingin føroyingur hevur áður spælt í Norðurmakedónia, men 32-ára gamli føroyski landsliðsáleyparin hevur nú gjørt sáttmála FC/KF Shkupi, sum er eitt av fremstu liðunum í landinum í landsynningspartinum av Evropa.

Deildin í Norðurmakedónia er styrkismett sum ovasta deild nummar 50 av 55 hjá UEFA síðsta summar. Hetta er bygt á evropeisk úrslit hjá feløgum í deildini tey seinastu fimm undanfarnu árini. Eftir avrikini hjá føroysku feløgunum í fjør, liggur Betrideildini nú nummar 38 á hesum listanum.

Talan er tó um yrkisfótbólt, og eitt felag sum vil nakað. Jóan Símun Edmundsson sigur við heimasíðu felagsins seinnapartin, at framsøkni í felagnum, og tað at man kappast um meistaraheitið og luttekur í evropeisku kappingunum. Shkupi er komið víðari í Evopa tríggjar ferðir seinastu trý árini, gjørdist meistari í 2022 og endaði á 2. plássi í fjør.

Shkupi liggur í løtuni á 2. plássi í Prva Liga. Eitt stig er upp til oddaliðið í Norðurmakdónia, nú 18 umfør eru spæld. Jóan Símun kann fáa sín fyrsta dyst fyri felagið sunnudagin.

Partarnir hava gjørt ein sáttmála, ið er galdandi til summarið 2025. Á heimasíðu sínari fegnast FC Shkupi um, at ein so royndur altjóða spælara við serligum dygdum verður lagdur afturat hópinum. Man er vísur í, at Jóan Símun Edmundsson verður umráðandi spælari á liðnum.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson hevur verið á venjingarlegu saman við liðnum í seinastuni, og í Shkupi fegnast man um, at hava knýtt roynda føroyingum við millum annað Bundesligu-royndum at felagnum (Mynd: fcshkupi.com)

[object Object]
Jóan Símun hevur spælt 85 landsdystir fyri Føroyar. Seinni í ár skulu Føroyar spæla júst móti Norðurmakedónia í Nations League (Mynd: Sverri Egholm)

Dagført: 15.19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder