Klokkan 19 í kvøld tekur KA móti Dundalk á Akureyri. Talan er um fyrra dystin í 2. umfari í Conference League.
Spenningurin í Íslandi undan dystinum er stórur, og á Akureyri kann man fegnast um, at nýggi spælarin er tøkur. Jóan Símun Edmundsson varð kunngjørdur í felagnum týsdagin, og í gjár vandi hann saman við liðfeløgunum fyri fyrstu ferð.
Í samband við venjingina avdúkaði Hallgrímur Jónasson, KA-venjari sum hevur spælt saman við Jóan Símuni í OB, at loyvini vóru komin uppá pláss, og at royndi føroyski landsliðsspælarin verður í hópinum til dystin í kvøld. Hetta var í viðtalu við mbl.is
Harvið vera ein toftamaður og ein skálvíkingur á dómaraseðlanum hjá íslendskska liðnum. Pætur Petersen hevur verið í felagnum síðani í vetur og var við til at spæla KA víðari móti walisiska Connah's Quay.
Jóan Símun Edmundsson hevur roynt nógv á sínari yrkisleið, men fyriuttan HB í 2014 hevur hann ikki spælt evropeiskar dystir.
Fótbóltur
Jóan Símun spælir helst sín fyrsta dyst fyri KA í kvøld
Toftamaðurin vandi saman við sínum nýggjum liðfeløgunum á Akureyri í gjár, og venjarin staðfestir fyri Morgunblanum, at hann verður í hópinum móti Dundalk.
Mynd: Sverri Egholm
2023-07-27 13:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald