Sum Portalurin skrivaði fyrrapartin, so hevur samband verið millum Jóan Símun Edmundsson og KA Akureyri seinastu tíðina, og ymiskt bendi á, at ein avtala fór at koma uppá pláss skjótt.
Nú er skiftið veruleiki. KA hevur júst boðað frá á heimasíðu sínari, at royndi føroyski landsliðsframherjin hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Felagið skrivar, at nýggi spælarin hevur spælt í stórum feløgum sum Newcastle, Viking, Fredericia, Vejle, OB, Arminia Bielefeld og seinast Waasland-Beveren. Jóasn Símun var nú sáttmálaleysur. Ísland verður sjeynda landið, sum skjótt 32-ára gamli føroyingurin spælir í til dagliga.
Á Akureyri verður fegnast um, at man hevur fingið ein mann við 79 A-landsdystum og ein so royndan og dugnaligan álopskendan spælara í hópin undan evropeisku uppgávunum móti Dundalk - fyrri dysturin er á heimavølli hóskvøldið. Seinni í ár skal KA spæla steypafinalu.
Mynd: KA Akureyri
Pætur Petersen spældi stóran leiklut í at tryggjað KA hetta plássið, og skálvíkingurin og toftamaðurin verða nú liðfelagar og skulu royna at syrgja fyri málum og øðrum fyri teir í gulum og bláum.
Sambært KA Akureyri kann "hesin kraftmikli álopskendi álopskendi spælarin" møguliga longu fáa sín fyrsta dyst í búnanum hóskvøldið, tá Dundalk vitjar til Conference League-dyst. Hetta um loyvini koma uppá pláss.
Jóan Símun Edmundsson og KA-venjarin, Hallgrímur Jónasson, kennast frá tíðini í OB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald