Fótbóltur

Jóan Símun møguliga til íslendskan fótbólt

- Hann er ein kulur fýrur úr Føroyum, sum eg kenni, og vit hava tosað við. Tað staðfestir høvuðsvenjarin á Akureyri, ið hevur spælt saman við skjótt 32-ára gamla toftamanninum, við fotbolti.net.

Jóan Símun Edmundsson í landsdysti á Tórsvølli 20. juni. Heimadystirnir í síðsta mánaði vóru fyrstu kappingardystirnir hjá toftamanninum í langa tíð  nú skal hann helst spæla við KA (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson í landsdysti á Tórsvølli 20. juni. Heimadystirnir í síðsta mánaði vóru fyrstu kappingardystirnir hjá toftamanninum í langa tíð nú skal hann helst spæla við KA (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-25 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein góður møguleiki fyri, at Jóan Símun Edmundsson fer at gerast liðfelagi við Pætur Petersen og gera sum aðrir álopskendir føroyskir spælarar: Spæla í bestu íslendsku deildini.

Toftamaðurin, ið fyllur 32 ár í morgin, er sáttmálaleysur í løtuni og leitar eftir felagi. Íslendski miðilin fotbolti.net staðfestir, at áhugi er í øllum førum fyri honum í Íslandi. Talan er um tvey "føroyingafeløg", sum fremvegis eru við í evropeiskari kapping: KA Akureyri og Breiðablik. Hetta staðfesti fotbolti.net um vikuskifti.

Har varð eisini skrivað, at Breiðablik helst vildi gera sáttmála við Jóan Símun fyri restina av kappingarárinum fyri fyrst, men at føroyingurin ynskir ein longri sáttmála. Í Breiðablik vil man ikki siga so nógv, uttan at leitað verður eftir styrki til álopspartin. Hetta hongur millum annað saman við, at eitt av stórkeypunum í vetur - føroyingurin Patrik Johannesen - tíverri er langtíðarskaddur.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson og pápi hansara til evropeiskan dyst í Føroyum herfyri. Seinastu tíðina hevur leitað verður eftir rætta felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Í KA verður spælt við meira opnum kortum, og tað sum fotbolti.net skrivar í morgun útfrá ymiskum keldum er, at Breiðablik ikki longur heilt er í myndini. Ístaðin eru góð sannlíkindi eru fyri sáttmála millum KA og Jóan Símun Edmundsson. Sum Portalurin skilur, so er gott hald í hesum.

Høvuðsvenjarin á Akureyri er lutfalsliga ungi Hallgrímur Jónasson, sum hevur eina fortíð við Jóan Símuni: 

- Eg havi sjálvur spælt saman við honum í OB og hann er ein harður og raskur spælari. Hann kann skora mál, hann umskiftur seg skjótt, og so er hann skjótur. Hann hevur spælt í Bundesliguni og í donsku Superliguni. Hann er ein "kuulur persónur", sum allir føroyingar eg kenni eru, og vit fáa at síggja, hvat hendir.

[object Object]
Nú 37-ára gamli Hallgrímur Jónasson var liðfelagi við Jóan Símun Edmundsson í OB fyri nøkrum árum síðani. Íslendskir ítróttamiðlar halda, at hansara samband við Jóan Símun kann koma honum og KA til góðar nú (Mynd: fotbolti.net)
 

Hetta sigur Hallgrímur Jónasson við fotbolti.net. Venjarin hjá Pæturi Petersen staðfestir, at hann hevur tosað við Jóan Símun Edmundsson, og vónar at tað hjálpir tilgongdini. Tó kann einki sláast fast enn.

KA Akurreyri er í løtuni á 6. plássi í bestu deildini. Liðið hevur spælt seg í steypafinaluna og víðari í Evropa móti walisiskum liðið. Næsta uppgávan í Conference League er írska Dundalk - heimadysturin verður hósdagin. So er spurningurin, um vit fara at síggja Jóan Símun Edmundsson í evropeiskum dysti í summar.

Jóan Símun Edmundsson segði eftir landsdystirnar við Portalin, at tað var ein stórur persónligur sigur at vera aftur á landsliðnum, at hann føldi seg væl. Tá hugdi hann uppá støðuna og ásannaði, at tað kundi taka nakrar vikur, áðrenn ein sáttmáli var uppá pláss. Sí samrøðuna her: 

Video: Er ein stórur persónligur sigur fyri meg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder